Tað fyrra málið skal eg ikki viðgera her, men tað seinra, um søluna av Krúnborg, haldi eg kundi trongt til nakrar viðmerkingar, sum eitt ískoyti til tað einsíðuga orðaskifti, sum fyri tað mesta hevur verið.
Tilfeingið ogn Føroya fólks.
Orðalagið í lógini um ogn Føroya fólks verður av flestu luttakarunum i orðaskifti lagt út á ein slíkan hátt, at úrtøkan av øllum, sum verður fiskað á Føroya grunninum og av føroyskum kvotum skal enda í landskassanum, tí hann er ímyndin av ogn Føroya fólks. Hesir persónar geva sær als ikki far um, at landskassin bert er ein tekniskur miðil í búskaparligu stýringini av føroysku samfelagsviðurskiftunum. Føroya land og Føroya fólk umfatar allar føroyingar við øllum teirra arbeiðsvirksemi, ognum, forbrúki og annars øllum fjølbroytni, sum land og fólk skapir í tilveruni.
Seinast í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum gjørdist tað greitt fyri táverandi landsstýrum, at føroyski fiskivinnupolitkkurin mátti broytast radikalt. Studningsskipanirnar, sum høvdu verið galdandi í eini 14-15 ár mátti avtakast og ein meiri sjálvberandi vinnubúskapur fáa ein møguleika. Hetta tíðarskeiðið gjørdist tungt og trupult av teirri kreppu, sum eisini rakti okkum, men ábyrgdarpolitikarar settu sær tá fyri, at broyta fortreytirnar fyri fiskivinnuna. Lagt varð upp til einna nýggja lóggávu, sum fekk heitið Lóg um vinnuligan fiskiskap. Undir hesi viðgerð sat millum annað ein arbeiðsbólkur, sum kom til ta niðurstøðu, at um Landsstýrið og Løgting skuldu hava heimild til ymiskar ásetingar um fiskiloyvi, fiskirættindi og líknandi býti av fiskitilfeinginum mátti hetta gerast við eini lógarheimild. Menn samdust tá um, at heitið ogn Føroya fólks kundi setast inn í lógina, og at Løgting og Landsstýrið sum umboð fyri Føroya fólk harvið kundu lóggeva um tær ymisku ásetingarnar.
Fiskivinnan sum ein berandi vinna Føroya fólks.
Í 1870unum byrjaðu føroyingar fiskiskap, sum fekk størri og størri samfelags búskaparligan týdning. Hesin fiskiskapur hevur staðið við til hendan dag undir skiftandi og nógv broyttum umstøðum. Men tað, sum hevur verið berandi undir øllum viðurskiftum, er, at tað hava verið persónar, sum hava viljað sett arbeiðsorku og kapital í teir fiskimøguleikar, sum hava verið. Hetta saman við ideskapan og framskygni, hevur givið landinum og fólkinum livimøguleikar og skapt eitt fjølbroytt virksemi í samfelagnum bæði innan fiskiskap, vinnu avleiddari av fiskiskapi og nógvum øðrum vinnum. Samstundis hevur vinnuliga fjølbroytni gjørt tað møguligt at hava ein landskassa, sum røkir almennar skyldur í landinum. Ein landskassi, sum til alla lukku, nærkast at vera sjálvberandi og óheftur av útlendskum ískoyti.
Fólk eru ymisk. Summi ganga á odda onnur eru meira vanlig, men útinna dagsins arbeiði, sum teim nú eina ferð tillutast. Men brúk er fyri øllum, og øll skulu hava ágóðan burtur úr tí arbeiði tey gera. Soleiðis eisini innan fiskivinnuna, og vinnulívið í heila tikið. Manningin skal hava sín part, og íløgutólið, skipið, skal hava sín part. Í nýggjari tíð hevur ikki verið møguligt hjá føroyskum skipum at fiska uttan so, at skipið hevur havt fiskiloyvi og fingið ávís fiskirættindi. Hetta fáa tey, tí tey eru heimahoyrandi í Føroyum og eru luttakarar í ogn Føroya fólks. Við hesum rættindum vinna hesir menn útkomina til seg og síni og gera sítt til, at samfelagsbúskapurin økist við øllum tí avkasti, sum skipið framleiðir. Hetta avkast verður býtt til manning, eigarafelag, tænastufyritøkur, sum veita skipinum olju, proviant, reiðskap, viðlíkahald, fígging o.s.fr, Harafturat fær almenni lands- og kommunukassin burturav , tí bæði manning, skip og tænastufyritøkur rinda skatt.
Lógarreglurnar.
Galdandi reglur um vinnuligan fiskskap siga millum annað
1.At føroyingar skulu eiga í minsta lagi 2/3 av skipinum
2.At fiskirættindini eru galdandi í 10 ár
Mær vitandi eru øll tey skip, sum hava fingið rættindi frá Fiskimálaráðnum heimahoyrandi í Føroyum og átt av føroyingum í Føroyum við minst 2/3.
At fiskirættindini eru galdandi í 10 ár, er helst í stytra lagi, tí íløgurnar í skip eru vorðnar ovurhonds stórar, so her skal ansast eftir frá myndugleikanna síðu, at íløguhugurin ikki minkar, tí rættindini vera ov stutt.
Sølan av Krúnborg
Bæði innan fiskivinnuna og vinnu annars er tað ymiskt, sum tað hepnast. Hjá summum gongur væl, hjá øðrum minni væl. Dugnaskapur kann vera ymiskur, eydnan kann eisini vera ymisk. Men ein drívmegin er altíð at fáa fíggjarligan vinning.
Hjá felagnum, sum átti Krúnborg hevur gingist væl. Skipið kostaði nógv at byggja, men eigarnir hava dugað at rikið tað og gjørt nýtslu bæði av skipinum og fiskirættindunum. Vanligt er í vinnuligum samanhangi, at tað sum gongur væl, eisini hevur áhuga hjá øðrum. Tað er bæði tá tað snýr seg um skip, ídnaðarfyritøkur, i-t fyristøkur, telefyritøkur ella kanska fótbóltsspælarar. Tí kunnu vera fleiri latentir keyparar. Og kemur ein keypari við einum góðum tilboði, so er ikki ónátúrligt, at eigarin vil selja. Soleiðis var eisini í hesum førinum.
Mær kunnugt er hetta farið fram:
1.Eitt føroyskt felag (føroyingar eiga 2/3 av tí) hevur bjóðað 356 mió. fyri Krúnborg.
2.Tað føroyska felagið, sum átti Krúnborg, hevur tikið av og selt skipið fyri 356 mió. kr.
3.Eftir tí fjølmiðlarnir upplýsa ljóðar skipsskeyti uppá 356 mió. kr. Tað vil siga, at skipavirði er hendan upphædd. Tað er ikki gjørt nakað býti millum skipavirði og rættindavirði.
4.Lániskuldin er upplýst at vera ca. 60 mió kr. Likviditetsvinningurin er sostatt ca. 296 mió. kr.
5.Tað er ikki upplýst, hvat bókførda virði av Krúnborg er. Men um ikki annað skip er í felagnum, er munurin millum tær 356 mió. og bókførda virði skattskyldugt. Hetta verður skattað við 18 %. Um til dømis bókførda virði er 100 mió. verður skatturin ca. 46 mió. kr.
6.Um tær ca. 210 mió., sum so eru eftir verða útlutaðar til partaeigarnar skulu tær skattast við 35% ella við ca. 73 mió. kr.
Um vinningurin verður verandi í felagnum og nýttur til aðrar íløgur kann skatturin útsetast. Men so ger hann eisini framhaldandi vinnuliga nyttu í samfelagnum
Samanumtikið kann sigast, at eftir teim upplýsingum, ið eru tøkir, er hetta ikki annað enn ein sólskinssøga, sum vísir, at eisini innan føroyskt vinnulív kunnu stórir handlar fara fram. So er bert eftir at vóna, at tað má gangast nýggju eigarunum líka væl, sum teim gomlu.
Tilfeingisgjald
Eitt orð, sum hevur fingið stórt pláss í føroyska orðaskiftinum er tilfeingisgjald. Eg havi ikki sæð nakra veruliga definitión av hesum fyribrigdinum. Møguliga kundi tað verið umsett við orðinum øvundsjúkugjald. Men eg rokni ikki við, at tað skal gerast almennur føroyskur politikkur.
Kortini havi eg hoyrt eina frágreiðing frá einum búskaparfrøðingi av hesum gjaldinum. Hann segði nakað líknandi sum: Tilfeingisgjaldið skal verða alt tað, sum viðkomandi felag innan fiskiskap vinnur útyvir tað, sum er vanligur ella normalur vinningur.
Um hetta verður loysnin, so skal fyrst avgerast, hvat ið er vanligur ella normalur vinningur og hvør skal avgera tað og síðani skal restin konfiskerast. Eg vil gjarna síggja tann vinnulívsmann, sum ger íløgur í eina vinnu, har allur vinningur útyvir tann vanliga verður skattaður við 100 %.