Jóhanna Maria Durhuus 60 ár

Í dag 21. juli verður Jóhanna Maria Durhuus í Havn 60 ár. Foreldur hennara vóru Inga og Mikkjal Samuelsen. Mikkjal, sum var arbeiðs- og traðarmaður, var ættaður úr Horni í Havn. Foreldur hansara vóru Andreas Christian Samuelsen, vanliga nevndur Andrias í Horni, sum var bakari og traðarmaður. Móðir Mikkjals var Cathrina Jacobina Samuelsen, fødd Michelsen, ættað úr Øravík.

Foreldrini hjá Ingu vóru Jóhanna Maria Simonsen, fødd Sivertsen av Kirkju og Símun Simonsen av Viðareiði, har tey eisini settu búgv. Í hesum sambandi kann nevnast, at olduromma føðingardagsbarnið Jóhannu Mariu í móðirættina, var Elsa Jensen (f. Clementsdatter) av Sandi. Hon giftist við Jóhannesi Jensen úr Dímun. Tey vóru 3. húskið, ið búsettust í Skopun á heysti 1836.

Jóhanna Maria gekk í kommunuskúlanum í Havn og síðani í millum- og realskúlan, har hon tók prógv 15 ára gomul. Í 1964 fór hon í læru í Føroya Banka og gekk samstundist trý ár í handilsskúla um kvøldarnar.

Tann 8. august 1970 giftist hon við Finnleifi Durhuus av Sandi, sum arbeiðir á vegadeildini hjá landsverkfrøðinginum. Tey fingu børnini Mikkjal í 1972, Kára í 1977 og Ingunn í 1985.

Í Føroya Banka, sum var eitt sera gott arbeiðspláss, treivst hon væl og fekk har ein stóran vinarskara. Frá 1980 – 85 røkti hon eisini bankan í Nólsoy. Hon valdi at vera heima, meðan børnini vóru smá. Í Føroya Banka starvaðist hon í heili 28 ár.

Í 1998 fór Jóhanna Maria í starv á Bileftirlitinum og starvaðist har, til hon á sumri í 2007 fór í Eik-bankan. Hon plagar skemtiliga at taka til, at henni dámar betur at fáast við pengar enn bilar.

Jóhanna Maria er sera gløgg og arbeiðssom, lítillátin og dugir væl at umgangast fólk og kennir hon tí eisini nógv fólk. Hon er røkin og ruddilig og fremst í hennara huga eru børnini, maðurin og heimið. Hon dugir væl til hendurnar og er eisini kend fyri sínar frálíku køkur, tebirkis, ísar og annað. Tað er ikki smávegis bakstur, ið er farið út av húsinum gjøgnum árini. Hon dugir eisini væl at skriva og yrkja, og hevur hon skrivað eitt ótal av sangum, teir flestu til merkis- og hátíðardagar.

Samkoman í Ebenezer hevur verið hennara andaliga heim, og hevur hennara partur heldur ikki ligið eftir har.

Nú fríggjadagin giftist dóttirin Ingunn við Eiriki Norðberg úr Vági. Tey fara til Keypmannahavnar í august undir víðari lestur.

Vit ynskja Jóhannu Mariu hjartaliga tillukku við degnum. Henni og hennara verður ynskt góðan byrð frameftir.

Føðingardagin er hon burturstødd.

 

ó.