Jóhanna roknar enn við New York

Hóast endaligu loyvini ikki eru komin upp á pláss, so vónar stjórin í Atlansflog at kunnu selja ferðir til New York í august

Hátíðardámur er á flogvøllinum í dag í samband við, at føroyska flogfelagið Atlantic Airways seinnapartin tekur móti sína fyrsta A320 neo-flogfarið. Talan er um tað fyrsta av fýra neo-flogførum, ið koma í flotan hjá felagnum næstu árini.

Stórar ætlanir eru eisini við nýggja flogfarinum. Tað er nevniliga júst hetta flogfarið, ið hevur gjørt tað møguligt hjá felagnum at søkja um loyvi at flúgva til amerikanska stórbýin New York. Tað var í desember í fjør, at tað kom undan kavi, at føroyska flogfelagið hevði søkt amerikanskar myndugleikar um loyvi at flúgva til býin.

Síðan tá hevur føroyska felagið verið í samskifti við amerikanskar myndugleikar, ið seta ymiskar treytir í samband við trygd og annað, áðrenn felagið sleppur at flúgva til USA.

Tað er eingin loyna, at felagið hevði vónað, at allar góðkenningar longu vóru komnar upp á pláss, tá ætlanin er at flúgva til New York í heyst, men enn mangla tvær góðkenningar, upplýsir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

- Tað sum nú manglar er, at amerikanskir myndugleikar koma til Føroyar fyri at hyggja eftir umstøðunum á flogvøllinum. Tað er neyðugt, tí teir seta ymiskar treytir í samband við visa, trygd og annað, ið flogvøllurin her skal lúka. Hetta er nakað, ið bara skal avgreiðast, tí vit eru vís í, at flogvøllurin lýkur allar tær treytir, ið hann skal, upplýsir Jóhanna á Bergi.

Tá tað loyvið er avgreitt manglar tað bara nakrar formalitetir, áðrenn alt er fingið upp á pláss, upplýsir stjórin.

Hóast vit nú er miðskeiðis í juli og tað einans eru tríggir mánaðir til vit eru í oktober, metir stjórin í Atlansflog, at tað kortini nokk skal ganga at fylla flogførini til New York, um loyvið verður fingið til vega í august. Um loyvið hinvegin ikki fæst í nóg góðari tíð, so kann tað vera aktuelt at útseta ferðirnar í nakrar mánaðir.

- Vit vóna og vænta enn, at vit kunnu flúgva har til í oktober, men tað hava vit sagt síðan januar og enn eru ongir ferðaseðlar settir til sølu. Men vit kunnu ikki seta nakað til sølu fyrr enn alt er fingið upp á pláss, sigur Jóhanna á Bergi og leggur afturat.

- Vit vænta, at vit kunnu bíða til august mánað og kortini megna at selja ferðaseðlar til ferðir í oktober. Tað er sjálvandi óheppið, tí vanliga vil man altíð byrja søluna hálvt ár frammanundan. Men um góðkenningin kemur ov seint, so kann tað verða, at vit útseta ferðirnar til eina ferð í vár.