Jákup fekk lítlan løst

Fótbóltur: Føroyingarnir vóru í øðini inn á fyrra málið hjá skotum

Hýrurin á Ole Mørch, venjaranum hjá Herfølge og Jákupi Mikkelsen, hevur neyvan verið tann besti, tá málverjin hjá honum seinnapartin í gjár møtti til venjingar, eftir at hann hevur verið burtur síðani mikudagin í síðstu viku.

Herfølge skal í kvøld klokkan 19 spæla móti Brøndby (dysturin verður vístur á TV3+ sjónvarpsrásini). Dysturin verður spældur í kvøld, tí Brøndby skal mikukvøldið spæla í Europa Cup kappingini fyri meistaralið móti Manchester United.

Allan Simonsen, Jákup Mikkelsen og læknin, Jens Pauli Marstein, komu til Føroyar at venda, áðrenn teir í gjáramorgunin fóru aftur til Danmarkar. Símun Eliasen, sum venur miðvíst í Aarhus Fremad og hevur sum mál at vinna sær pláss á superliguliðnum hjá Aarhus Fremad og harvið at styrkja sum plássið í landsliðshópinum, fer at landinum aftur í dag, og Uni Arge og Jan Dam halda heystfrí í Føroyum restina av vikuni.

Jákup Mikkelsen, sum hevði tvær bjargingar og kanska einar tvær ferðir stóð ov aftarlaga, tá skotarnir potaðu fram ímillum, vónaði í gjáranáttina, at hann fór at vera førur fyri at spæla í kvøld:

? Eg fekk eitt lítið spark á fótin í 1. hálvleiki, og í steðginum bleiv fóturin bundin inn. Tað nervaði eitt sindur, men eg fekk væl spælt, og nú vóni eg ikki, at tað verður verri, sum vikan líður.

Tú kiksaði eitt málspark?

? Eg veit ikki, hvat tað var, sum hendi. Eg haldi, at eg rakti niður í svørðin, og tíbetur kláraði verjan at byrgja uppfyri, so eingin skaði stóðst av, segði málverjin og mintist aftur á dystin móti Grikkalandi á Kreta 15. november 1995, tá eitt mál kom av einum kiksaðum málsparki.


Bíligt mál

Skaðin, sum Pól Thorsteinsson plágaðist av í Litava, bilti einki mikukvøldið:

? Hatta tók seg væl upp, og eg fekk væl spælt. Alan Johnston var kringur í 1. hálvleiki, men eg haldi ikki, at hann fekk nakað burturúr í 2. hálvleiki, tá hann varð tikin út.

Hvat gekk fyri seg, tá teir skoraðu fyrra málið?

? Bæði John Petersen og eg steðgaðu eitt sindur á, tí tveir bóltar vóru á vøllinum. Tað var maðurin hjá John, sum skoraði, og nú iðri eg meg um, at eg ikki sparkaði hin bóltin inn í brotsteigin, so hevði dómarin ivaleyst bríkslað beinanvegin. Kanska hevði eg fingið eitt gult kort fyri tað, men tað hevði ikki bilað, um teir ikki høvdu fingið mál

Uni Arge var í øðini, tá teir fingu 1-0 málið:

? Linjuverjin hevði flaggið á lofti og tók tað so niður aftur. Eg royndi at vísa bæði dómaranum og linjuverjanum á hetta, men teir lótu sum luft. Hatta var ikki rætt, segði framherjin, sum stríddist sum ein úlvur. Hesa ferð var tað Todi Jónsson og ikki Uni Arge, ið hevði tveir hálvar møguleikar, men báðir skulu teir hava rós fyri, at teir stríddust nógv í verjupartinum.