Næstseinasta umfar í donsku fótbóltskappingini er av, og venjarin hjá Herfølge fekk rætt. Meistaraliðið leikti í bláðum og gulum.
Kortini mundu tey fægstu roknað við, at tað skuldi verða lítlibeiggi, sum gjørdist tann størri tá samanumkom. Men soleiðis gjørdist tað, og í kvøld er tað ein veruleiki at Herfølge fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur vunnið danska fótbóltsmeistaraskapin.
Samstundis kunnu vit stolt reypa okkum av, at tað fyri fyrstu ferð nakrantíð er eydnast einum føroyingi at gerast meistari í donskum fótbólti. Henda heiðurin fekk Jákup Mikkelsen saman við liðfeløgum sínum í kvøld.
Dysturin í Silkeborg endaði javnur. Vertirnir komu á odda tá eitt korter var leikt við málið, sum Jesper Tygesen gjørdi. Hetta var eisini hálvleiksstøðan, men tíggju minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Kenneth Jensen fyri Herfølge, og henda støðan helt sær til dystarenda.
Hitt liðið í meistarakappingini var Brøndby og teir leiktu á útivølli móti AB. Kravið var ein sigur til Brøndby, men tað varð av ongum. Heimaliðið vann 2-0 við tveimum málum av Peter Løvenkrands og so var danski meistarin funnin.
Tað er einki at ivast í, at tað ikki er í samsvari við spádómarnar hjá teimum klóku, at Herfølge gjørdist meistari, tí felagið er lítið og hevur ikki serliga nógvan pening at rutta við. Kortini hava teir víst, at teir kunnu bíta væl og virðiliga frá sær, og ein av týdningarmiklastu orsøkunum er landsliðsmálverji okkara, Jákup Mikkelsen.
Sosialurin ynskir Jákupi og liðfeløgum hansara hjartaliga tillukku við sigrinum. rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.
?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.
Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.
? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.
?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.
? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.