Jól uttan tkkum

Hesi jólini vóru tey fyrstu uttan tykkum. Innaní kennist tað so tungt og sorgarbundið, og eg sakni tykkum so nógv. Tit fóru bæði ísenn. Nú er tøgn, og fjálga stovan hjá tykkum stendur tóm.

Men eg havi góð minnir at verma meg við. Minnir frá jólahøgtíðini, táið vit vóru børn. Mamma, eg hoyri teg stákast, og meðan tú titar gjøgnum trappurnar, murrar tú onkran av teimum gomlu sangunum, sum tú elskaði so nógv.

Seinni, táið eg hevði fingið mítt egna, komu tit mangan suður til okkum at halda jól. Tú gavst mær góð ráð um, hvussu man brúnkar eplir og gjørdi eina góða karamell sós.

Pápi sat í einum horni og spældi kort við okkurt av abbabørnunum – hann elskaði tað, og tey ikki minni.

Bara tykkara nærvera gav kensluna av, at nú er jól.

Nú eru hetta kær minnir.


Mamma! áh, sum eg sakni at kunna ringja til tín. Tú vart altíð í mínum parti, táið tað tyktiskt sum um at øll vóru ímót. Tú uggaði altíð - troystaði tá ið dalurin kendist djúpur. Nú er røddin tagnað. Tú vart so hugnalig - altíð okkurt nýbakað, altíð umfevnandi, tú vart góð við øll og dugdi við øllum.Tú gjørdi ongan mun á fólki. Tú tænti øllum, og sat ikki og bíðaði eftir at verða uppvartað.


Pápi góði, eg veit at tú hevði ynskt at kunna forða hesi vanlukku, men her náddi tú tað ikki. Hesaferð kundi tú ikki bara ”orna tað”. Tú sum altíð kláraði alt. Í viðgongd og mótgongd - altíð tann sami.

Eg sá so nógv í tær. Tú visti alt, men ongantíð rættaði tú uppá meg ella segði hvat eg skuldi gera. Tú lat meg sjálva taka avgerðir og skapa mítt lív. Takk fyri tað frælsi og álit tú vísti mær.


Tykkara lívsleið varð so væl lýst við jarðarferðina. Tit møttust sum heilt ung, óvitandi um hvussu lívið fór at forma seg. Lyfti sum tit góvu hvørt øðrum tá tit giftust, ”til deyðin tykkum skilir”, fekk ein øðrvísi týdning. Tit fylgdust út úr hesum heimi, inn til eitt ævigt lív.


Ein yrking hjá verfaðir, Petur Háberg, sigur:


Hin tunga sorgin snýkti,

seg inní mangt eitt heim,

men Harrans ríka náði ,

sum áður vísti teim.

Teir allar tyngstu dagarnar

Harrin sjálvur bar,

og øllum sínum verja

í trongdar døgum var.


Jólini vórðu hildin uttan tykkum í ár, men í huganum vóru tit nærri enn nakrantíð fyrr. Og tit verða goymd í tí hjartarúminum, har ongin kann ræna tykkum frá mær.




Anna