Klokkan sjey í annaðkvøld, fríggjakvøldið, verður jólakonsert í Vestmanna Kirkju, har Vestmanna Sangkór, Vestmanna Hornorkestur og Vestmanna Barnakór fara at syngja og spæla.
Tey fara at framføra bæði eldri og nýggjari jólatónleik, bæði føroyskum, russiskum, donskum, svenskum, norskum, týskum, enskum og italskum – eftir Knút Olsen, Bach, Rachmaninoff, Liljefors, Praetorius, Garau, Leontovich, Nordquist og Johansen.
Í Vestmanna Sangkóri fegnast tey um at syngja við nógvum nýggjum og ungum kórlimum, sum eru komin aftrat í ár, undir leiðslu av kórstjóra Benjamin Gaasedal
Tað er Atli Kárason Petersen, sum stjórnar Vestmanna Hornorkestri, Benjamin Gaasedal stjórnar Vestmanna Sangkóri og Rannvá Matras Olsen stjórnar Vestmanna Barnakóri.