Løgmaður vil hava samráðingar við Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin í eini roynd at skipa breiða samgongu Jørgen Niclasen hevur í morgun verið á fundi við løgmann. Á fundinum vóru eisini Jenis á Rana og Høgni Hoydal, so tað tykist, sum Jóannes Eidesgaard vil halda fast um upprunaligu samgonguna, men vil hava størri parlamentariskt grundarlag fyri stjórn síni.
Jørgen Niclasen sigur, at talan var um leystligt prát, sum ikki var serliga ítøkiligt. Løgmaður vildi taka upp samráðingar við blonkum pappíri, men vísti samstundi á, at samgongan hevði eitt samgonguskjal.
Útgangsstøði hjá okkum er ein formansrunda, men nú skulu vit í tingbólkinum koma til eina niðurstøðu, hvat vit gera, sigur Jørgen Niclasen.
Tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum viðgerð sostatt støðuna í løtuni, og formaðurin sigur, at hann hevur lovað løgmanni eitt svar seinni í dag.