Tað er langt síðan, Michael Jackson seinast var á konsertferð. Men nú sær út til, at hann kanska ætlar sær á taka síni tónleikatalentir upp aftur í næstum. Jackson hevur í seinastuni stríðst við stórari skuld. Hann skyldar umleið 600 milliónir dollarir burtur.
Hetta hevur elvt til, at Jackson hevur kent seg so pressaðan til at fara á konsertferð.
- Skuldin er so stór og fíggjarligu trupulleikarnir hjá honum eru so álvarsligir, at hann kann vera noyddur til at fara á konsertferð, skrivar ein amerikanskur tíðindamaður. Tíðindi vilja vera við, at ein møgulig konsert verður frá marts til maj næsta ár.