Lagið er sera gott í leguni hjá FC Suðuroy. Á Vágseiði sá tað í dag leingi út til, at teir næstbestu hjá B36 fóru at fara avstað við øllum stigunum, men síðstu minuttirnar vendi heimaliðið øllum á høvdið og vann 2-1. Tað ber við sær, at FC Suðuroy framvegis er væl fyri í kappingini um at flyta upp í Meistaradeildina.
Tveir minuttir undan leikloki var tað nýggi danski verjuspælarin Jacob Munch Jensen, sum skoraði 2-1 sigursmálið. Hann varð fyri fyrstu ferð yvirhøvur skiftur inn á liðið hjá FC Suðuroy, tá ið ein hálvur tími var eftir. Tveir minuttir undan leikloki var hann við handara stólpa hægstur og stýrdi við høvdinum bóltin dygst inn undir samankomingina, eftir at John Villi Wøldike legði innfyri við horna úr vinstru.
Tað er ein vika síðani, at 20 ára gamli Jacob Munch Jensen kom til Vágs. Hann hevur síðstu árini spælt fótbólt í Esbjerg.
B36 legði seg framum 1-0 beinanvegin. Málskjútti úr stuttari fjarstøðu var Rani Berg í Soylu, og møguleikin stóðst eftir langt innkast úr høgru og sending frá David Høgnason Viderø, sum er aftur í B36, eftir at hann undan summarsteðginum royndi seg í 07 Vestur. Hetta var triðja málið hjá Rana Berg í Soylu í ár.
B36 leiðslan helt, inntil tað restaðu sjey minuttir. Tá var tað eftir langa sending frá Rasmusi Olsen málverja hjá FC Suðuroy og fríspæling frá Dánjali Godtfred, at liðformaðurin Pætur Augustinussen bleiv leysur innanfyri miðverjuna og trillaði bóltin framvið Hans Jørgensen í B36 málinum. Hetta var sjeynda málið hjá Pæturi Augustinussen í ár.
So var 1-1, og so var tað, at nýggi danski miðverjin í sínum fyrsta dysti fyri FC Suðuroy skoraði sigursmálið.
Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy hevur 35 stig og framvegis hevur kós ímóti uppflyting. B36 er á sætta plássi við 20 stigum.
Hósdagin fer B36 at spæla grannauppgerð ímóti HB, og leygardagin fer FC Suðuroy at spæla á útivølli í Hoyvík.











