Hann er ein av virknastu og dugnaligastu sangskrivarunum, sum føroyingar eiga. Hann hevur skrivað eitt hav av sangum, sum føroyingar hava tikið til sín. Sangirnir hava fingið sítt egna lív, og ung sum vaksin syngja teir í veitslulagi.
Steintór Rasmussen skrivaði fyrstu sangirnar í 1970'unum, og síðani hevur hann regluliga skrivað og útgivið nýggjar sangir.
Steintór skrivaði nógvar av sangunum hjá Frændum – ikki minst "Føroyar", "Lívsmynd" og "Minnst tú gildið" – og á útgávum undir navninum Millum Frændur fingu vit sangir sum "Heimstaðið" og "Kanst tú siga farvæl".
Steintór var og er høvuðsmaður í bólkinum Kular Røtur, sum gav familjunum sangir sum "Hon er omma mín", "Kingoson" og "Bilurin hjá okkum".
Nógvir sangarar hava havt gleði av at framføra sangir, sum Steintór hevur skrivað, og sum solistur hevur hann seinni árini útgivið nógvar frálíkar sangir til ymisk høvi.
Steintór Rasmussen fer at hava konsert á Torginum á ársins Summar Festivali, og lagt verður upp til eina hugnaliga og festliga løtu við nógv góðum og kendum sangum. Stóra avbjóðingin hjá Steintóri verður helst at velja sangir burtur úr stóru rúgvuni.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 6. til 8. august.











