James Milner bjargaði Liverpool

Premier League: Nú nærkast fyrsta meistaraheitið hjá Liverpool í hvørjum

Eftir trý tap í fýra dystinum, eydnaðist Liverpool aftur at vinna. Hesa ferð í Premier League, har Liverpool vann 2-1 á AFC Bournemouth á heimavølli. Tað skuldi tó ein bjarging á málstrikuni til at tryggja sigurin.

Tað vóru annars gestirnir, sum komu á odda í fýra álopinum hjá teimum. Callum Wilson skoraði eftir eitt álop, har Liverpool vildi hava fríspark, tá sami áleyparin vann bóltin frá verjuspælaranum hjá Liverpool , Joe Gomez.

Liverpool svaraði aftur við tveimum umstillingum, har Liverpool vinnur bóltin og skorar upp á skjótálopið. Fyrst Mohamed Salah og síðani Sadio Mané. Í seinna hálvleiki mátti veteranurin á liðnum, James Milner, bjarga á strikuni fyri at tryggja Liverpool sigurin.

Arsenal bjóðar av í Evropa-stríðnum við 1-0 sigri á West Ham, Sheffield United heldur fram við góðu gongdini og vann 1-0 á Norwich, sum nærkast niðurflyting. Bæði Wolverhampton og Tottenham settu stig til í stríðnum um at fáa Champions League pláss.

Premier League 29. umfar:

Liverpool – AFC Bournemouth 2-1

Arsenal – West Ham 1-0

Crystal Palace – Watford 1-0

Sheffield United – Norwich 1-0

Southampton – Newcastle 0-1

Wolverhampton – Brighton 0-0

Burnley – Tottenham 1-1

Í dag:

Chelsea – Everton (14.00)

Manchester United – Manchester City (16.00)

Mánadagin:

Leicester City – Aston Villa (20.00)

1Liverpool29271166:2182
2Man City27183668:2957
3Leicester28155854:2850
4Chelsea28136947:3945
5Wolves291013641:3443
6Sheffield Utd281110730:2543
7Man Utd28119842:3042
8Tottenham291181047:4041
9Arsenal28913640:3640
10Burnley291161234:4039
11Crystal Palace291091026:3239
12Everton281071137:4237
13Newcastle29981225:4135
14Southampton291041535:5234
15Brighton296111232:4029
16West Ham29761635:5027
17Watford29691427:4427
18Bournemouth29761629:4727
19Aston Villa27741634:5225
20Norwich29561825:5221