Jana fær toppkarakter fyri gott avrik móti Sønderjyske

Í næstbestu donsku deildini vunnu Lív og Vár Zachariasen, og Elsa Egholm føroyingauppgerðina

Tað gekk framúr væl hjá Janu Mittún, tá Viborg vitjaði Sønderjyske í útidysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Viborg vann stórsigur 38-22. Í steðginum vóru Jan og liðfelagarnir frammanfyri 18-13. 

 

Jana var við sjey málum saman við Marielle Martinsen næstbesti málskjúttin hjá Viborg. Toppskjútti var Sara Hald við átta málum.

 

Frá stóra danska hondbóltsmiðlinum Hbold fær Jana saman við Saru Hald og Marielle Martinsen toppkarakter, 10 av 10 møguligum. 

 

Viborg hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.

 

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg taptu á útivølli 32-36 (14-20) fyri Keypmannahavn. Súna var noterað fyri eitt mál.

 

Skanderborg hevur enn fyrsta stigið til góðar aftaná tríggjar leiktar dystir. Súna fær karakterin 5 (av 10) frá Hbold fyri dystin í kvøld. 

 

Tíverri eru hagtølini fyri upplegg til mál (assist) ikki tøk. 

 

Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing vunnu á heimavølli 34-28 (19-15) á EH Aalborg. Tíverri eru eingi hagtøl tøk frá dystinum.

 

Ringkøbing hevur eisini fýra stig fyri tríggjar dystir.

 

Í næstbestu deildini vunnu Elsa Egholm, Vár og Lív Zachariasen saman við liðfeløgunum í Ajax á heimavølli stórsigur 36-21 (18-12) á Ydun, ið hevur Brynhild Pállsdóttir og Marionnu G. Eystberg á liðnum.

 

Elsa skoraði trý mál, Lív skoraði tvey mál og Vár skoraði eitt mál fyri Ajax. Brynhild skoraði trý mál, og Marianna eitt mál fyri Ydun.

 

Ajax hevur fýra stig fyri tveir dystir. Dysturin í kvøld var tann fyrsti hjá Ydun í hesum kappingarárinum.