Jaspur Joensen: VÍF vóru ikki so neyvir í dag

Jaspur Joensen, málverji hjá KÌF stóð sterkur í myndini í dag, tá KÌF á heimavølli í Kollafirði vann ein sannførandi 29-21 sigur á VÌF. Í samrøðu við Hilmar Jan Hansen aftaná dystin helt Jaspur Joensen, at ein ikki kundi siga, at VÌF-arnir vóru serliga neyvir í dag.

 

Jaspur Joensen fegnast um, at nú er FM-finaluplássið gott og væl tryggjað matematiskt, nú tá KÌF hevur 9 stig niður til 3. plássið í Atlantic Airways kappingini.

 

Agnar Joensen hjá VÌF undirstrikaði aftaná dystin, at ein dystur ímóti KÍF í Kollafirði var ein dystur, sum teir vóru greiðir yvir, at teir kundu tapa. Hann viðgongur, at tað sær torførari út at røkka 2. plássinum nú, men at teir fara at stríðast fyri møguleikanum so leingi hann er har.

 

Tað ber til at hoyra prátini Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jaspur Joensen og Agnar Joensen undir greinini.