Hetta er ikki fyrstu ferð at Jaspur Vang situr á tingi. Í 2004 var hann tingmaður meðan Johan Dahl var landsstýrismaður, og eisini sat hann á tingi sum avloysari í mars í ár. Í 2004 varð hann valdur inn í Tvøroyra Býráð fyri Sambandsflokkin.
Jaspur Vang er 45 ár gamal, og hann starvast dagliga sum løgreglumaður á Tvøroyri.