Javnaðarflokkurin farin av kós

Vánaliga úrslitið hjá Javnaðarflokkinum í veljarakanningini hjá Fynd hevur givið floksleiðsluni nakað at hugsa um. Ideologiska kumpassin má rættast, og flokkurin má fáa betri samband aftur við veljarar sínar, heldur John Johannessen, formaður í tingbólkinum hjá flokkinum

Politikkur

 

Tað hevði verið ein vanlukka fyri Javnaðarflokkin, um løgtingsval var í dag, og nýggjasta veljarakanningin hjá Fynd hevði hildið.

Javnaðarflokkurin hevði bara fingið 14,4 prosent. Til seinasta løgtingval fekk flokkurin 19,3 prosent.

- Hóast hetta bara er ein veljarakanning, kom úrslitið ikki óvart á meg, sigur John Johannessen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Men úrslitið kom ikki óvart á hann.

Hann heldur fleiri orsøkir vera til vánaliga úrslitið.

Tað kann skaða ein flokk at umsita eitt nú fíggjarmál og heilsumál, sum Javnaðarflokkurin ger, og tað eru altíð keðilig signal at senda út, heldur John Johannessen.

 

Til verka!

- Úrslitið gevur so avgjørt grund til sjálvrannsakan, og tað er eitt arbeiði, sum má fara í gongd beinanvegin, sigur hann.

Tað útgreinar hann við, at flokkurin verður noyddur at rætta ta ideologisku kumpassina og at fáa betri samband aftur við veljarar sínar. Flokkurin eigur at verða nógv meira virkin í lokalfeløgunum og í samfelagnum annars, sigur John Johannessen.

Hann heldur, at flokkurin førkaði seg til høgru við at vera hinu ferðina í ABC-samgonguni, og tí helt flokkurin tað vera rætt at fara í CHE-samgonguna fyri at kunna reka meira sosialdemorkatiskan flokk. Men tann samgongan helt ikki, og tí kom flokkurin aftur í borgaraliga samgongu.

 

Hørð tíð

Hetta turbulenta lívið hevur slitið nógv upp á flokkin, sum hevur brúkt tað mesta av síni orku til fundir og samráðingar, ið hava verið nátt sum dag. Orka hevur ikki verið til annað, eitt nú at gra seg meira sjónligan og at hava betri samband við fjølmiðlar.

- Vit mugu eisini ásanna, at tað ber ikki til at orða politikkin á eini skrivstovu við fjølmiðlaráðgeving og øllum tí. Sosialdemokratiskur politikkur er ein rørsla. Ávirkanin skal tí koma úr neðra upp til leiðsluna 0g ikki øvugt, sigur John Johannessen.

Hann nevnir annars, at javnaðarflokkar aðrastaðni hava verið í afturgongd. Tað tykist vera eitt rák, sum er komið eitt sindur seinni hendavegin

- Men vit mugu taka í egnan barm. Okkara arbeiði hevur ikki verið nóg gott, sigur John Johannessen, sum leggur aftrat, at arbeiðið við at koma aftur á beint so spakuliga er farið í gongd.

 

Orðaskifti á Facebook

Eina løtu eftir at úrslitið frá veljarakanningini var kunngjørt, fór John Johannessen á Facebook og stovnaði ein kjakbólk fyri at fáa orðaskifti um at fáa javnaðarvirðini aftur í hásæti.

Er tað ikki eisini at standa fjart frá veljarunum og fara á Facebook við orðaskiftinun heldur enn at standa andliti til andlit við veljaran?

- Nei, als ikki. Facebook er eitt sosialt forum. Tað er rætt, at ikki allir veljarar eru á netinum, men samskiftisformarnir eru so nógv broyttir. Hetta er ein møguleiki fyri óformliga at siga sína hugsan, og eg vóni, at vit fara at fáa nøkur góð hugskot frá fólki, sigur John Johannessen, sum leggur dent á, at kjakbólkurin als ikki bara er fyri teir sannførdu javnaðarveljararnar.