Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf endaðu árið við einum javnleiki.
Hannover var greiður favorittur undan heimadystinum í bundesliguni í ZAG Arena høllini, har botnliðið, Minden var mótstøðuliðið.
Vilhelm skoraði til støðuna 26-23 til Hannover, tá tríggir og ein hálvur minuttur var eftir av dystinum. Men seinastu løtuna megnaði Hannover ikki at skjóta fleiri mál, meðan Minden skoraði trý mál, og tryggjaði sær javnleik 26-26.
Í steðginum var Minden á odda 14-12.
Vilhelm skoraði trý mál upp á seks málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál. Í einum føri megnaði Vilhelm at fanga bóltin í einum álopi hjá Minden. Tað er eitt sokallað "Steal".
Vilhelm hevur higartil hetta kappingarárið skotið 39 mál, og hevur lagt upp til 13 mál.
Hannover-Burgdorf er nummar níggju í deildini við 18 stigum.
Nú eru EM-fyrireikingar á skránni hjá Vilhelmi.











