Tað upplýsir tíðindastovan AP.
Tónleikarin Chuck Redd grundgav avlýsingina við at siga, at mentanarhúsið hevði lagt navnið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, afturat navninum.
Miðstøðin eitur nú Donald J. Trump og John F. Kennedy Minnisvarðan fyri sjónleikarlistir.
Í einum brævi til Chuck Redd lýsir leiðarin á mentanarhúsinum, Richard Grenell, avlýsingina sum dýra fyri húsið.
Samstundis ákærir hann tónleikaran fyri ótoleransu.
/Ritzau/











