Í fýra dagar verður Norðurlandahúsið ein tónleikamiðstøð, har kend og minni kend nøvn undirhalda føroyingum og útlendingum við jazzi, gospel, tango, blues, rock og fólkatónleiki.
Tað er tann 17. Tórshavnar Jazz- Fólka- og Bluesfestivalurin sum setir húsið á annan enda frá mikudegnum 9. august til leygarkvøldið 12.
Høvuðskvøldið á Jazzfestivalinum plagar at vera leygarkvøld, og tað er eisini har, at fyrireikararnir hava sett tey bæði kendastu útlendsku nøvnini á skránna. Talan er um argentiska/týska tangobólkin "Coco Nelegatti y su Quinteto Arrabal" og donsku songkvinnuna Lis Sørensen.
Men fríggjakvøldið, ið traditionelt hevur verið føroyska kvøldið á festivalinum, fer helst einki at standa aftan fyri leygarkvøldið.
Fríggjakvøldið endar við bólkinum "Lost Pilgrims" við tí sum kemur næst einari føroyskari tónleikaguru, nevniliga Jørgen Dahl, á odda.
Klaksvíkingurin, sum hevur givið føroyskum tónleikarum nakað at hugsa um, síðan hann í sínum ungu døgum stóð fremst á palli saman við "Straight Ahead", hevur ikki verið at hoyrt í Føroyum í ógvuliga nógv ár. Tí er ikki sørt av spenningi í luftini fríggjakvøldið, tá Jørgen Dahl vendir aftur.
Undan "Lost Pilgrims" verður ein minst líka áhugaverdur bólkur á palli. Bólkurin er "Green Gate". Manningin í "Green Gate" er fyri ein stóran part gomul manning úr bólkinum "Plüm", so hendan framførslan verður eisini ein afturlítan á gamlar dagar. Hetta verður tó bert galdandi fyri sjálvar tónleikararnar, tí tónleikurin hjá bólkinum er nýggjur og ikki sørt spennandi.
Jazzutur Bach
Annars byrjar Jazzfestivalurin mikukvøldið við einari heiðran av J.S. Bach, tá Jóhannes Andreassen og Stamen Stantshev seta seg við hvør sítt flygel og spæla eina klassiska og eina meira jazzuta útgávu av tónleikinum hjá Bach samstundis.
Talan verður sostatt um eitt slag av samansmeltan millum barokkin og jazzin. Handan klassiska flyglið situr Jóhannes, meðan Stamen situr aftanfyri tað jazzuta.
Í Klingruni hetta mikukvøldið verður helst best umtókta songkvinnan í Føroyum í løtuni, Eivør Pállsdóttir og bólkurin Ivory. Afturat sær hava tey víðagitna saxofonistin John Purcell.
Íslendski bólkurin "Hallas Travel" endar mikukvøldið á Jazzfestivalinum. Talan er um ein bólk, ið ger annað og meir enn bara spælir. Teir fýra tónleikararnir í bólkinum hava drúgvar royndir innan tónleik, og onkur teirra er eisini sjónleikari. Sjálvir kalla teir seg fyri "tónleikasjónleikarar".
Gospelkvøld
Armstrong í útnorði
Hóskvøldið byrjar við einum samansettum bólki úr teimum trimum londunum í útnorði umframt Danmark. Teir tveir grønlendingarnir, tveir íslendingar, tveir danir og ein føroyingur hava eitt lítið seminar í Føroyum í døgunum upp undir Jazzfestivalin, og sum eitt slag av endabresti fara teir at spæla í ein hálvan tíma ella so í Norðurlandahúsinum.
Føroyingurin í hópinum er eingin annar enn sjálvur høvuðsfyriskiparin av Jazzfestivalinum, Brandur Øssursson, og løgini, bólkurin fer at spæla, verða góð klassisk løg hjá Louis Armstrong.
Fyrsti bólkur í konsertsalinum hóskvøldið verður danska bigbandið "Swinging Link" úr býnum Hjørring. Talan er um eitt øðrvísi bigband, ið millum annað nýtir ljómborð at styðja tónleikin við.
Hóskvøldið endar við "Stavanger Gospel Choir", sum fyrireikararnir vænta fer at draga nóg nógvar áskoðarar til at konsertsalurin verður fullsettur hetta kvøldið.
Norðmenn eru tiltiknir fyri síni góðu gospel kór, og "Stavanger Gospel Choir" sigst vera ein av orsøkunum til tess.
Jassarnir fast inventar
Í fastivalskránni síggjast tvey nøvn ganga aftur fleiri dagar. Talan er um "Jassaranar" og "Trevor Hunter Folk Duo", sum spæla í ávikavist forhøllini og musik-cafeini trý av kvøldunum.
Trevor Hunter er fiólleikari í Hetlandi, har hann dagliga arbeiðir sum musikskúlalærari.
"Jassarnir" eru unga ættarliðið innan føroyskan jazztónleik. Teir hava í fleiri ár verið fast invenatar á Jazzfestivalinum, har teir plaga at syrgja fyri einum lættum huglagi í forhøllini.
Brandur Øssursson tók fyri sjey árum síðan stig til at savna blaðungar tónleikarar saman í bigbandið "Jassarnar" og tað er framvegis hann, ið venur og stjórnar teimum. Hesir blaðungu tónleikararnir eru blivnir nakað eldri, síðan teir fyrstu ferð vóru á palli, men fleiri av teimum eru við enn.
"Jassarnir" blása fyrsta tónan á 17. Tórshavnar Jazz- Fólka- og Bluesfestivalinum.
Forsølan av atgongumerkjum byrjaði í farnu viku, men enn eru pláss eftir til øll kvøldini.
Í fjør vórðu serliga atgongumerkini til leygarkvøldið útseld langt frammanundan, so tað loysir seg neyvan at bíða ov leingi við at bíleggja pláss.ða konsentratión. Tá eg í einum dysti skuldi gera onkrar bjargingar, so skuldi eg eisini gera tær. Og tað leggi eg framvegis stóra vekt á - málmann skulu vera klárir og teir skulu konsentrera seg allan dystin.
Í 1981 flutti Clemence úr Liverpool og til Tottenham, har hann síðani spældi til hann gjørdist 39 ára gamal.
- Seinasti dysturin hjá mær í Liverpool var Europa Cup finalan ímóti Real Madrid í 1981. Dysturin var spældur í Paris, og frammanfyri 50.000 áskoðarum vunnu vit 1-0. Fólk trúðu ikki sínum egnu oyrum, tá tey hoyrdu, at eg skuldu flyta úr Liverpool eftir ein slíkan dyst.
- Men eg tók avgerðina í skiftirúminum eftir hendan dystinum, tí meðan spælararnir drukku sjampanju og vóru í góðum lag, uppfataði eg tað heila sum ein vanligan dyst. Tá ásannaði eg, at eg hevði brúk fyri nýggjum avbjóðingum fyri at fáa meira burtur úr persónliga. Tá ein europeisku finalan verður bara ein vanligur dystur fyri teg, so verður tú noyddur at leita eftir eini nýggjari avbjóðing onkra aðrastaðni, og tað gjørdi eg í Tottenham.
Í Tottenham var Ray Clemence við til at vinna ensku steypakappingina, og í 1984 vann Tottenham UEFA Cup kappingina. Men annars vóru sigrarnir ikki at samanlíkna við tað, sum hann hevði vunnið í Liverpool.
Clemence spældi 61 landsdystir á enska landsliðnum, og tað gjørdi hann samstundis, sum hann kappaðist við eitt annað kent navn, Peter Shilton. Í 1983 gavst Clemence á landsliðnum, og tá høvdu hann og Shilton spælt nøkunlunda líka nógvar landsdystir. Shilton helt fram á landsliðnum, og hann spældi samanlagt yvir 120 landsdystir.
- Um annar av okkum ikki var málverji, so hevði hin spælt so nógvar landsdystir, sum eingin hevði kunnað samanlíka seg við, heldur Clemence.
Friðarligt í Føroyum
Hóast hann hevur ferðast nógv, er hetta fyrsta ferðin, at Ray Clemence er í Føroyum.
- Mær dámar væl her. Eg havi skilt á lagnum, at tit hava ikki havt slíkt turrveður í 100 ár, so eg havi verð heppin. Hitin hevur verið góður, og tað hevur verið lítið av vindi. Fólk eru sera fyrikomandi og blíð, og her er so friðarligt og vakurt.
- Vit gingu ein túr í býnum í dag, og tað er munur á her og í London, har eg búgva. Har gongur alt so skjótt fyri seg, fólk eru stressað og havi ikki stundir til nakað. Her tykist alt at ganga eitt sindur spakuligari fyri seg, sigur hann.
Hóast hann hevur nógv ár á baki innan fótbólt, so ætlar hann sær at halda fram. Í løtuni er hann málmansvenjari, men hann útilokar ikki, at hann einaferð í framtíðini verður venjari hjá onkrum felagi í Englandi.
- Fótbóltur hevur verið mítt lív, so einfalt er tað. Eg elski fótbóltsspælið og ynski framvegis at vera ein partur av tí við øllum tí, sum fylgir við.
- Tað er ein ítróttur, sum fer við nógvari tíð, og fótbólturin leggur nógvar forðingar fyri tínum vanliga sosiala lívi, tí tú ert nógv burturstaddur og tú hevur ongantíð frí um vikuskiftini. Og sjálvt tá tú ert venjari, mást tú offra nakað. Men eg havi fingið nógv burtur úr at vera fótbóltspælari, eg havi lært nógv, ferðast kring heimin, og eg møtt nógvum fólki, sum eg annars ikki hevði møtt, sigur Clemence.
Í morgin fer hann heimaftur til Onglands, og tá kann hann samstundis halda sín føðingardag nummar 53.
Málmanskempan úr Onglandi.
Myndatekstir:
- Fótbóltur er ein fantastiskur ítróttur, og eg havi brúkt stóran part av lívi mínum upp á fótbólt. Tá kroppurin so boðar frá, at hann ikki klárar at spæla meira, so er tað frálíkt at kunna verða verðandi innan fótbóltheimin og geva víðari tað, sum eg havi lært og upplivað, sigur Ray Clemence. Mynd: Jonhard Hammer
- Tey 14 árini í Liverpool góvu mær mínar størstu løtur innan fótbólti. Eg spældi saman við nógvum góðum spælarum, og vit vunnu nógv, sigur tiltikni málverjin úr Onglandi. Mynd: Jonhard Hammer
Ray Clemence vardi málið hjá Liverpool, tá felagið var tað mest vinnandi í enskum fótbólti í sjeytiárunum. Hann spældi eisini í Tottenham og 61 ferðir á enska landsliðnum mentanarpallinum. Innan tónleik, yrking, sjónleik, málningalist, handverk og aðra skapandi list - í ítrótti - grógva nýggjar blómur fram allastaðni. Sum hóast trong kor skapa virðir, sum ongin hevði trúð gjørlig. Í fjør: 40 fløgur við upprunaligum føroyskum tónleiki. Tað hevði svarað til, at meira enn 10 upprunaligar fløguútgávur komu út í okkara størru norðurlendsku grannalondum ? um dagin. Føroysk symfoni. Kórsangur á altjóða støði. Framsýningar, handverk og list. Altjóða úrslit í ítrótti.
Vinnuliga skínur morgunsólin bjartari enn nakrantíð. Okkara fiskivinna er nú um at gerast ein sjálvstøðug vinna, sum klárar seg uttan studning. Tað, sum mong hildu ikki fór at bera til, tað bar til. Fólkini í alivinnuni hava lagt lunnar undir eina vinnu, sum nú er ein stórur partur av okkara tjóðarinntøku. Tað, sum mong hildu ikki fór at eydnast, tá sjúka og húsagangir herjaðu, tað hevur eydnast.
Eisini landsbúskaparliga er morgun í Føroyum.
Okkara ovurhonds stóra og skammiliga uttanlandsskuld, sum var ein standandi áminning um tað ábyrgdarloysi sum valdað hevði, verður afturgoldin við rúkandi ferð.
Yvirskotið hjá tí almenna nú er nærum líka stórt sum blokkstuðulin úr Danmark. Tað manglar bara heilt lítið í at vit klára at svara hvørjum sítt við teimum virðum, sum verða skapt við okkara egnu framleiðslu.
Vit síggja nú at tað ikki er nøkur náttúrulóg at føroyingar mugu lyftast og stuðlast og matast fyri at klára seg. Fara vit skilvíst og hóvliga fram, so klára vit at standa á okkara egnu beinum sum aðrar tjóðir. Vit fara sjálvsagt klára at gjalda fyri okkara egnu vælferð, fyri okkara eldru og hava ábyrgd fyri teimum, ið tørva hjálp. Alt annað er óvirðiligt og sjálvsøkið.
Vit hava framíhjárættindi
Og fólkaræðisliga lýsir fyri degi:
Ein grundlógarnevnd situr og smíðar ein karm um okkara samfelag, sum skal vera grundaður á okkara egnu søguligu og mentanarligu virði.
Úr teimum virðum, sum vit fagna á ólavsøku, skulu hesi fólk evna ein hornastein, sum skal vera sjálvt tað politiska grundarlagið undir okkara samfelag í framtíðini. Tey viðgera tey grundleggjandi virðini fyri okkara fólkaræði, okkara ábyrgd og samstarv við aðrar tjóðir og umsitingina av okkara virðum.
Vit fara øll at kunna taka støðu til uppskotið.
Hetta er í veruleikanum eitt privilegium ? ein framíhjárættur, sum er fáum ættarliðum og fólki beskorin. Tað leggur eina stóra ábyrgd á okkum og tað er upp til okkum, hvussu vit velja at taka við henni.
Vit liva í eini spennandi tíð. Tað er morgun í Føroyum. Lat okkum halda ólavsøkuna her mitt í sjónum. Her mitt í øllum vøtnum. Og lat okkum eisini eftir ólavsøku fáa tað at syngja, at vit eru her.
Góða ólavsøku.
Høgni Hoydal