Síðani 2007 er umfatandi arbeiði farið fram við at gera nýggjar standmyndir til Fredensborg Slotshave. Talan hevur verið um eina stóra verkætlan, ið hevur kostað útvið 50 milliónir krónur.
Føroyski steinhøggarin, Jeffri Berg, hevur verið partur av verkætlanini, og hevur seinastu seks árini arbeitt upp á fýra nýggjar standmyndir, ið nú prýða kenda urtagarðin, ið hoyrir til kenda slottið hjá donsku kongshjúnunum.
- Urtagarðurin er almennur, og hvørt ár vitja nógv fólk slottið og ganga runt í garðinum, har standmyndirnar eru. Tað er sjálvandi stuttligt at vita, at tey vitjandi næstu 300 árini koma at síggja nakað, sum eg havi verið við til at gjørt, sigur Jeffri Berg, sum er av Strondum.
Síðani aldarskiftið hava hann og familjan búð í Lyngby, og dagliga starvast hann hjá eini steinhøggarafyritøku, Raadvaad Stenhuggeri, sum hevur staðið fyri verkætlanini at umvæla standmyndirnar.
- Kongshjúnini búgva á slottinum umleið sjey mánaðir av árinum, so tey koma dagliga at síggja míni verk, sigur Jeffri Berg.
Eitt drúgt arbeiði
Arbeiðið at gera tær fýra nýggju standmyndirnar til urtagarðin byrjaði í 2007, og síðani hevur verið arbeitt hvønn dag við at høgga nýggju standmyndirnar úr steini.
- Gomlu standmyndirnar, sum eru frá umleið 1740, vóru ógvuliga illa farnar, og tí bleiv arbeiðið at høgga tær av nýggjum boðið út. Fyritøkan, eg arbeiði hjá, vann ta lisitatiónina, og síðani hava vit arbeitt støðugt við at fáa standmyndirnar lidnar, greiðir Jeffri Berg frá.
Hvør standmyndin er umleið fimm metrar høg við sokkli, og tí verður arbeiðið gjørt í fleiri pørtum.
- Standmyndirnar eru høgdar í 4-5 stykkjum, ið síðani eru høgd saman. Á onkrari standmynd havi eg høgt tvey stykki, á eini aðrari kanska bara eitt, men eg havi so gjørt okkurt á øllum fýra standmyndunum, fortelur Jeffri Berg og leggur afturat, at hetta hevur verið ein rættiliga drúgv verkætlan:
- Tveir steinhøggarar hava arbeitt burturav við standmyndunum, og so hava aðrir hjálpt til. Tað hevur fungerað soleiðis, at vit hava høgt nýggju standmyndirnar eftir gipsmodellum av gomlu standmyndunum, og sostatt eru nýggju standmyndirnar akkurát líka sum tær gomlu. Annað hvønn mánað eru eftirlitsfólk komin á vitjan á verkstaðnum í Raadvaad, har vit hava arbeitt, fyri at fylgja við, hvussu arbeiðið hevur gingið, sigur Jeffri Berg.
Avbjóðandi frá byrjan til enda
Hóast Jeffri Berg heldur, at arbeiðið samanumtikið hevur gingið væl, dylir hann ikki fyri, at tað eisini hevur ógvuliga avbjóðandi.
- Hetta hevur verið ein stór avbjóðing. Verkætlanin er mett at kosta 50 milliónir, og tí er umráðandi, at einki gongur galið. Men at skula saga gipsmodellini í eini 4-5 stykki, tilevna tað sama úr gróti, og síðani at fáa gipsmodellið til at passa niður í steinin, tað hevur verið torført, men tíbetur hevur alt í seinasta enda riggað, soleiðis sum tað skuldi, sigur Jeffri Berg.
Tá standmyndirnar vóru lidnar tíðliga í summar, skuldu tær setast upp í stóra urtgarðinum. Bara tað arbeiðið tók eini tríggjar mánaðir.
- Hvør standmynd er ógvuliga tung, og tískil máttu vit brúka ein stóran krana, tá tær skuldu setast tey ymsu støðini í urtagarðinum. Tað var ótrúliga nervapirrandi, tá teir ymsu partarnir av standmyndunum skuldu setast saman í garðinum, tí tað skal einki til, so brotna kantarnir. Men tað gekk uttan stórvegis trupulleikar, sigur Jeffri Berg.
Hóast standmyndirnar síggja út sum tær gomlu, so eru tær ikki heilt eins.
- Tær gomlu vóru høgdar úr einum sandsteini, sum eitur Gottland, og er úr Svøríki. Hesar nýggju standmyndirnar eru úr sansteini úr Týsklandi, og tað skuldi, gjørt tær nógv sterkari, soleiðis at tær ivaleyst kunnu halda í eini 300 ár. Og tá sleppur so onkur annar at høgga nýggjar.
Kongshjúnini lata væl at
Tá arbeiðið við nýggju standmyndunum var liðugt seinast í september mánaði, var skipað fyri stórum hátíðarhaldið, har eisini Margreta Drotning og Hendrik Prinsur luttóku.
- Har vóru rættiliga nógv fólk. Tá talurnar vóru lidnar, blivu kongshjúnini koyrd í hestavogni runt í urtagarðinum, har tey so sóu endaliga úrslitið. Nakað aftan á vóru vit øll til ábit í einum tjaldi, sum stóð í garðinum, fortelur Jeffri Berg, sum eisini fekk høvi at heilsa upp á tey kongaligu.
- Tað gekk soleiðis fyri seg, at tú bleivst so at siga prikaður á økslina, tá tú kundi fara yvir til borði, har kongshjúnini sótu, og práta við tey. Eg og ein starvsfelagið blivu boðin at fara yvir at práta, men av tíð at tíðin var avmarkað, bleiv tað bert til eitt prát við Hendrik prins, men eg náddi kortini at taka í hondina á Drotningini. Bæði lótu væl at okkara arbeiði, so tað var bara stuttligt, sigur Jeffri Berg, sum næstu tíðina skal vera við til at umvæla eitt stórt slott í Stokkhólmi.
- Tað arbeiðið er mett at taka millum 25 og 30 ár, so vit eru ikki arbeiðsleys í nógv ár, heldur Jeffri Berg skemtiliga fyri.
Tó verður føroyski steinhøggarin bert partur av tí verkætlanini fram til í summar, tí tá flyta hann og familjan aftur til Føroya.
- Enn havi eg ikki gjørt nakað í Føroyum, men tað er als ikki óhugsandi, nú tá eg flyti heim og veruliga kann fáa glið á mína egnu fyritøku, sigur Jeffri Berg.