Jenus og Gunnhild stilla upp á lista Unga Tjóðveldisins

Unga Tjóðveldið stillar upp tvey val­evni á listan hjá Tjóð­veldi til løgtingsvalið 29. ok­to­bur. Valevnini eru Jenus í Trøð­ini og Gunnhild Dahl Nicl­a­sen.

Bæði hava leingi ver­ið virkin í landsnevnd Unga Tjóð­veld­is­ins og eru tað fram­veg­is.
Jenus í Trøðini er 26 ár og upp­vaks­in í Vági. Hann er út­lærd­ur mask­in­smið­ur og gong­ur nú á Vinnu­há­skúl­a­num til víðk­að­an mask­in­meis­t­ara.
Gunn­hild Dahl Niclasen er 28 ár og upp­vaksin í Klaks­vík og Havn. Hon er bach­e­lor í stjórn­mál­a­frøði og ar­beiðir nú hjá Bai­line í Havn.