Jespersen skal standa fyri samanleggingini

Landsstýrismaðurin heldur nógvar orsøkir tala fyri samanleggingini, og hann sigur seg hava samtykt í landsstýrinum aftanfyri seg

Jógvan Jespersen, stjóri í Útvarpi Føroya, skal hava ábyrgdina av samanleggingini av útvarpinum og sjónvarpinum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum í gjár boðaði frá, at hann ætlar at gera. Um Jógvan Jespersen eisini skal vera superstjóri fyri nýggja samanlagda stovninum, tá ið samanleggingin er vorðin veruleiki á nýggjárinum, sigur Jógvan á Lakjuni seg í løtuni ikki duga at siga nakað um.
Greitt er, at starvið sum sjónvarpsstjórið verður niðurlagt. Harvið tykist tað sum um, at Mikkjal Helmsdal ikki verður ábyrgdarmaður í Sjónvarpi Føroya, tá ið Jógvan Jespersen skal hava ábyrgdina.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann á landsstýrisfundi fyrr í vikuni hevði hetta málið fyri, og at landsstýrið samtykti at taka undir við ætlanini, sum skal gerast til veruleika frá 1. januar 2005.
- Ætlanin at leggja saman hevur fleiri ferðir verið frammi. Onkra ferðina er tað næstan vorðið til veruleika, men so er tað dottið niður fyri aftur. Tað eru so nógvar umstøður og viðurskifti, sum í løtuni tala fyri hesum, sigur Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri.
Hvørjar?
- Í SvF hevur verið tosað um bygnaðarbroytingar. Tað er ein orsøk. Yvirornað haldi eg, at tað hevur alstóran týdning at fáa ein sterkan public service stovn, sum kann røkja skyldur og ábyrgdir. Við samanleggingini rokni eg við, at vit fáa ein sterkari stovn, enn vit hava nú. Tað síggi eg eisini sum ein góðan møguleika at fáa ein sterkan stovn, sum verður betri førur fyri, enn teir báðir stovnarnir higartil hava verið, at standa ímóti ella at vera eitt betri alternativt tilboð til alt tað, sum kemur uttanífrá og inn yvir okkum.

Lógarbroytingar
Jógvan á Lakjuni sigur, at tað verður neyðugt við broytingum í kringvarpslógini, og at hann so skjótt, sum tað fer at bera til, fer í tingið við uppskotum um broytingarnar. Tá ið hann hevur samgonguna aftanfyri seg í tí, sum hann hevur ætlanir um at fremja, heldur hann onga orsøk vera at ivast í, at lógarbroytingarnar fara at fáa undirtøku.
Jógvan á Lakjuni roknar við, at samanleggingin eitt nú fer at hava fíggjarligar, tøkniligar og journalistiskar fyri munir.
Hvussu nógv roknar tú við, at tit fara at spara?
-Tað havi eg ikki enn nøkur tøl fyri, men eg ivist ikki í, at vit í hvussu so er fara at fáa meiri fyri pengarnar, sum lurtarar og hyggjarar higartil hava goldið til stovnarnar.
Átti tú ikki at havt roknað upp á hetta, áðrenn tú fert út við hesum?
- Sum eg havi sagt, so haldi eg, at tað eru nógvar góðar grundir at leggja saman. Tíðin hevur verið knøpp, og tað er nógv eftir at gera, áðrenn hetta gerst til veruleika. Hetta er ein av spurningunum, sum vit fara at royna at fáa svar uppá.
Hevur hetta stigið júst nú nakað við tað at gera, at SvF hevur havt ætlanir um at samsenda við DR?
- Nei. Men eg rokni ikki við, at tað stigið fer at verða tikið nú.