Jødar siga seg vera ótryggar í Danmark

58 siga seg hava sett í verk trygdartiltøk heima við hús, eitt nú við at fáa sær loyniliga adressu - ella tey vilja ikki hava navn á postkassanum

 

85 prosent av donsku jødunum siga seg uppliva størri ótryggleika í gerandisdegnum eftir Hamas-álopið á Ísrael hin 7. oktober í 2023.

Hetta kemur fram í størstu kanning, sum er gjørd millum jødar í Danmark síðan 1973, veit DR at siga.

 

58 av teimum spurdu siga seg hava sett í verk trygdartiltøk í heiminum, eitt nú við at fáa sær loyniliga adressu - ella tey ikki vilja hava navn á postkassanum.

 

39 prosent siga, at tey seinastu 12 mánaðirnar hava upplivað jødahatur, hóttanir, ágang ella harðskap.

 

Millum ungar jødar í Danmark siga næstan helmingurin av teimum spurdu, at tey noyðast at krógva sín samleika fyri at vera góðtikin, veit DR at siga.