Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum staðfestir nú, at hann á ongan hátt er skeivt endurgivin í grein á in.fo í gjárkvøldið við heitinum "Johan Dahl: Jørgen ella samgongan".
Les eisini: Johan Dahl: Jørgen ella samgongan
Í gjárkvøldið skrivaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á Facebook, at in.fo millum annað hevur endurgivið Johan Dahl skeivt, og at næstformaður skal hava biðið in.fo rætta. Men Johan Dahl sigur í morgun, at hann ikki er skeivt endurgivin.
Síðani ákærurnar móti in.fo komu frá løgmanni í gjárkvøldið, hevur in.fo verið í samband við Johan Dahl, næstformann í Sambandsflokkinum, sum nú váttar, at hann er rætt endurgivin í greinini í gjárkvøldið, við heitinum "Johan Dahl: Jørgen ella samgongan".
Johan Dahl segði eftir atkvøðugreiðsluna í gjár, at støðan ikki var haldbar fyri Sambandsflokkin, og tí var flokkurin komin til eggina í hesari samgonguni og kundi ikki halda fram á hendan hátt.
Spurdur um hvørjir møguleikar eru fyri Sambandsflokkin váttaði Johan Dahl, at tveir møguleikar eru - antin má Jørgen Niclasen frá sum fíggjarmálaráðharri, ella má Sambandsflokkurin trekkja seg úr samgonguni.
In.fo hevur eisini verið í samband við løgmann í morgun, sum millum annað sigur "hvat eg gerði á mínum privata facebook profili er bert upp til mín", tá ið hann er gjørdur varugur við mistaki