Johan Dahl trumfar

Hálvan juni í fjør gav landsstýrismaðurin í vinnumálum fakfelagsbólkinum skrivliga tilsøgn um, at tey skuldu sleppa at keypa helvtina av LÍV. Um neyðugt, so skuldi Ognarfelagið LÍV haldast uttanfyri, lovaði Johan Dahl

Tað var rímuliga tíðliga í tilgongdini, at tað kólnaði millum Ognarfelagið LÍV og fakfelagsbólkin, ið skuldi keypa helvtina av LÍV, eftir at BankNordik í mars í fjør trekti sítt tilboð aftur.
Tað alt annað líka óheppið, tí sjálv grundhugsanin í løgtingslóg nummar 59 frá 2006 er, at helvtin av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging skal avhendast Ognarfelagnum LÍV, og hin helvtin av partabrøvunum skal seljast. Við hvør sínum 50 prosentum av atkvøðunum er tað ein fortreyt, at báðir aktørar kunnu arbeiða saman. Tí skal landsstýrið ikki avhenda síni partabrøv í LÍV fyrr enn ein skilagóð partaeigaraavtala er gjørd millum teir báðar partar, sum yvirtaka hvør sína helvt.
Ein komandi søla og avhending av partabrøvunum í LÍV skal rótfestast í fíggjarlógini, og síðstu árini hevur landsstýrið tí á hvørjum ári havt LÍV standandi undir grein-56 í fíggjarlógini, sum eru serinntøkur.
Í fíggjarlógini fyri 2013 stendur millum annað, at ” I? go?ðari samvinnu við Ognarfelagið Li?v er na?greiniligur koyriplanur lagdur, ið skal tryggja, at Ognarfelagið Li?v fær si?na helvt av partapeninginum i? P/F Føroya Li?vstrygging, samstundis sum hin helvtin verður endaliga avhendað keypara.”

Trýstið
Men tá tað byrjar at kólna millum tey, sum eftir ætlan skulu eiga og reka LÍV í framtíðini, fer landsstýrismaðurin í vinnumálum í offensivin.
Hálvan juni í fjør ger Johan Dahl fakfelagsbólkinum greitt, at hann ætlar at selja teimum helvtina av LÍV, um ein nøktandi avtala annars fæst í lag. Fyri at undirstrika týdningin av sínum boðskapi skrivar Johan Dahl víðari, at ”fæst ikki semja millum fakfelagsbólkin og Ognarfelagið, kann eg selja til fakfelagsbólkin, uttan samstundis at lata hini 50 prosentini til Ognarfelagið.”
Tað vísa skjøl, sum Sosialurin hevur fingið fatur á.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer enntá eitt stig víðari og útgreinar sína ætlan. Johan Dahl skrivar víðari, at ”íkemur tann støðan, ætli eg at gera partaeigaraavtalu við fakfelagsbólkin. Ognarfelagið hevur so møguleika eftirfylgjandi at yvirtaka sín part av partapeninginum og innganga í partaeigaraavtaluna, sum er gjørd millum fakfelagsbólkin og VMR, og kann møguliga við samráðingum við fakfelagsbólkin gera broytingar í partaeigaraavtaluni.”
Hervið leggur landsstýrismaðurin upp til at bróta við grundhugsanina í einskiljingarætlanini av LÍV, sum sigur at helvtin av partabrøvunum skal avhendast og hin seljast – og bæði skulu gerast í senn.
Tann ætlanin bleiv sum kunnugt ongantíð gjøgnumførd. Men tilsøgnin er undirskrivað av landsstýrismanninum í vinnumálum.