Tveir føroyingar luttóku í Amagermeistaraheitinum í ár, John Arni og Heini Olsen.
Eftir fyrstu seks umførini varð longu eyðsæð at John Arni helst fór at enda ovastur í kappingini. Hann hevði nevnliga vunnið øll hesi fyrstu seks talvini, og var tá heili tvey stig frammanfyri teir næstu. Millum teir næstu í røðini varð Heini Olsen at síggja.
Í sjeynda umfari møttust føroyingarnir yvir talvborðið, og hetta bleiv- ikki óvæntað- ein stuttur javnleikur. Í áttanda umfari tók John Arni sær av løttum við einum javnleiki móti einum dana við umleið 2100 í rating. Ein javnleikur hevði verið nóg mikið hjá honum í seinasta umfari, men John Arni, við nógvum sjálvsálitið í løtuni, vildi meir og vann trygt.
John Arni vann tí kappingina við átta stigum av níggju møguligum, og sjálvt um hann var favorittur, so er átta av níggju sjálvsagt flott. Heini endaði eitt sindur skuffandi á einum triðja plássi við seks stigum. Talvið hesa vikuna er frá sætta umfari.
Næsta kappingin hjá John Arna verður GM kappingin í Føroyum.
Talvfelagið Føroyar ? ambitiónir og framtíð
Talvfelagið í Keypmannahavn hevur seinastu árini kempað fyri at hildið sær uppi í triðfremstu deildini í donsku liðkappingini, men í ár er liðið sera sterkt og málið er tískil at flyta upp. Ikki er hetta mál veruleikafjart, tí í ár telvað bæði John Arni og Heini Olsen við felagnum, og á triðja borðið fer tilflytarin og føroyameistarin Flóvin Tór Næs at slúka stig.
Átta mans mynda liðið, og hinir fimm eru heldur ikki ókendir menn, og teir eru Eyðun Nolsøe, Bogi Ziska, Rógvi W. Rasmussen, Heini Danielsen og Terji Petersen. Eykamenn eru undirritaði og Jóan H. Andreassen, sum býr í Árhus men hevur játtað at telva við um brúk verður fyri honum.
Sum nakað heilt nýtt og óroynt í føroyskum høpi, so hevur liðið eina bonusskipan. Tað vil siga um tú vinnur eitt talv so fært tú eina ávísa peningaupphædd, og leikur tú javnt fært helvtarupphæddina. Tapir tú fært tú sjálvsagt eingi oyru.
Hendan bonusskipan vísir seg at vera neyðug, tí til dømis telvaðu John Arna og Heini í fjør við feløgum, sum høvdu bonusskipanir. Pengar er komnit í talv, og Talvfelagið Føroyar noyðist at fylgja við. Bonusskipanin vil uttan iva skumpa undir føroysku telvarnar at gera sítt besta.
Tað stóra endamálið hjá felagnum er at leika í fyrstu deild ár 2003, og hetta endamál er als ikki ógjørligt.
Nordic Millennium GM Chess
Hendan kapping við tí flotta heitinum verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 6-14. oktober í Norðurlandahúsinum.
Tað er Talvsamband Føroyar og altjóða dómarin og danin Mogens Nielsen sum samskipa kappingina. Talvsambandið bleiv 30 ár í ár, og í hesum sambandi verður hendan sterka altjóða kapping veruleiki.
Kappingin er sterk, og teir umleið 10-15 føroysku telvarnir sum vera við fara at fáa tað strævið, men hinvegin verður ein hampiligur møguleiki at ognað sær ein IM norm. Teir flestu topptelvarnir í Føroyum eru við, og komandi dagarnar verður greitt hvørjir eru við- og ikki við.
Av kendum telvarum sum verða við kunnu nevnast stórmeistarnar russarin Ruslan Ponomariov , írin Alexander Baburin, fremsti íslendarin Hannes Stefansson og ísraelitturin Lev Psakhis. Millum aðrar kendu luttakandi stórmeistarar er sviin Tiger Hillarp Persson, sum telvaði tvey ár við kollfirðingum.
Í næstu talvgrein verður hugt nærri at kappingini og luttakarunum.
Talvið hesa vikuna
Hvítur: Peter Lassen (2257)
Svartur: John Arni Nielsen (2316, donsk rating)
AM 6. umfar
1.e4 c5 2.Nf3 Nc6 3.d4 cxd4 4.Nxd4 e5 5.Nb5 d6 6.c4 26.Nd2 Qh6 27.Ne4 Raf8 28.Rxd6 Rxf3 29.Rxe6 Qe3 30.Nd6 Rf2 31.Qh3 Qf3+ 32.Kg1 Nf4 0-1 Be7 7.b3 Nf6 8.Bd3 Bg4 9.f3 Be6 10.0-0 Nh5 11.g3 g6 12.Qd2 0-0 13.Rd1 a6 14.N5c3 Nd4 15.Qe3 Bg5 16.Qf2 Bxc1 17.Rxc1 Qg5 18.Rd1 f5 19.Kh1 fxe4 20.Bxe4 Rf7 21.Qd2 Qe7 22.Nd5 Qf8 23.Qg2 Nxf3 24.Nc7 Rxc7 25.Bxf3 Rf7










