John Johannesen 70 ár

Leygardagin 8. oktober fyllir John Johannesen, vanliga nevndur John á Selatrað, í Havn 70 ár.

John er ættaður av Selatrað, og hann hevur verið sjómaður meginpartin av lívi sínum. Hann sigldi t.d. við Royndini og Atlantsfarinum.

John fór at sigla við Baki hjá Skipafelagnum, tá hann kom til landið í 1961, tó undantikið tey tvey árini hann sigldi við Skúgvi hjá sama reiðaríi. Annars sigldi hann við Baki, til hann í 1993 bleiv seldur til eitt kanadiskt reiðarí.

Bakur var frystilínuskip, ið varð bygt til at fiska laks í Grønlandi og hemara við bretsku oyggjarnar og Kanada. Hann bleiv eisini nýttur til at keypa sild í Skotlandi og til farmasigling.

Tey fyrstu árini sigldi John sum dekkari, men meðinpartin av tíðini sum maskinmaður.

Í 1976 keypti hann saman við øðrum Bak frá Skipafelagnum. Fyrstu tíðina royndu teir eftir svartkalva við Labrador, og nakað eftir hetta fóru teir burturav at royna eftir hemara við Kanada.

Í 1993 seldu teir Bak, og eftir at hava balst á sjónum síðan hann var heilt ungur, legðist John upp á land og fór at arbeiða hjá soninum Øssuri, sum tá hevði keypt Bilasøluna í Hoyvík. Hansara arbeiði har er at klárgera nýggjar bilar og annars alt fyrifallandi arbeiði á bilasøluni.

John er ein hugnaligur og arbeiðssamur maður. Hann hevur eitt lætt sinni og eitt sera gott minni. Eftir eitt langt lív á sjónum veit hann altíð okkurt áhugavert at siga frá.

Foreldrini hjá John vóru: Nicolina, f. Djurhuus, av Selatrað, og Tummas Johannesen, av Valinum á Tvøroyri.

John giftist í 1960 við Dagmar, f. Johannesen, frá Gjógv. Tey búsettust í Havn og eiga fýra børn: Tóra, Øssur, Ása, og Tróndur. Tóra býr í Danmark, Ása býr á Hvítanesi og Øssur og Tróndur búgva í Havn. John eigur 10 abbabørn.