John Johannesen við á týðandi friðarfundi

Løgtingslimurin John Johannesen fekk høvi at vera vitni til slóðbrótandi ST-trygdarfund. Fundurin verður mettur sum eitt týðandi stig móti friði í Miðeystri

John Johannesen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, er í hesum døgum í New York við trygdarráðnum. Hann fekk fríggjadagin møguleikan at vera við til ein fund hjá ST-trygdarráðnum, sum gav eitt óvæntað gott úrslit. Fundurin var um spentu støðuna í miðeystri og serliga um støðuna millum Palestina og Ísrael. Umboð fyri londini vóru á fundinum, og óttast varð frammanundan fyri, at úrslitið ikki fór at verða gott, tí at partarnir vóru so langt frá hvørjum øðrum. Men John Johannesen var fyrstahondsvitni til, at úrslitið av fundinum var betri enn væntað:
- Umboðini tosaðu sama mál. Hetta verður nú umtalað sum eitt stórt stig móti friði í Miðeystri. Báðir partar tosaðu um virðing fyri hvørjum øðrum, og vóru eisini samdir um eina tvítjóðaloysn, so at friður er í eygsjón, sigur John.
- Fundurin verður her yviri umtalaður sum eitt frambrot, og eg eri sera errin av, at eg var á hesum týðandi fundinum, sigur John.
John Johannesen hevur á ferðini annars sæð kendar menn sum Kofi Annan og George W. Bush og tosað við týðandi menn, sum taka stórar avgerðir.