John Johannessen er jokarin hjá Javnaðarflokkinum

Ágrýtni tíðindamaðurin í SVF, John Johannessen, stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Nýggja stjørnuskotið hjá Javnaðarflokkinum sigur seg vilja hava álvara í føroyskum politikk aftur, eftir fleiri ár við persónsstríðum og proklamatiónum

numk? Eg havi sagt tað við teg John, eg havi onga viðmerkig
? Men skyldar tú ikki Føroya fólki eina forkláring? spyr journalisturin

Hesin leiklurin hjá John Johannessen í SVF fer nú í søguna. Hann hevur nú valt at royna seg hinumegin kameralinsuna, og skal nú læra seg at siga:
-Eg havi onga viðmerking
Seinastu tvey árini hevur ágrýtni tíðindamaðurin hjá SVF, John Johannessen, við sínum áhaldni og dugnasemi javnan sett føroyskar politikkarar undir trýst fyri opnum skermi. Dugnaligi tíðindamaðurin hevur valt at stilla upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 20. januar í Suðurstreymi.
Ætlaði jokarin hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið er eftir øllum at døma funnin, og jokarin eitur John Johannessen.

Torfør avgerð
Fólk, sum kenna John Johannessen sita í dag eitt sindur spyrjandi, tí við uppstillingini hevur hann sagt farvæl til arbeiðið sum politiskur tíðindamaður í framtíðini. John hevur altíð gingið upp í starvið hjá sær sum tíðindamaður við lív og sál, og hann hoyrir avgjørt millum okkara fremstu tíðindafólk í dag. Hóast javnaðarfólk uttan iva fegnast um fongin, so eru fleiri fólk innan serliga fjølmiðlaheimin, sum harmast um avgerðina.
-Tað var ikki nøkur løtt avgerð, og eg umhugsaði støðuna leingi. Eg havi ráðført meg við familju og vinir, har eg havi hugt at fyrimunum og vansum. Eg havi sitið leingi uttanfyri og sæð hvat fyrigongur, og har eru avgjørt nøkur ting, sum skulu broytast. Heldur enn at sita uttanfyri sum eygleiðari, fái eg vónandi møguleikan at gera nakað aktivt , sigur jokarin hjá Javnaðarflokkinum.
Fyri ikki at koma í nakra tvístøðu sum tíðindamaður í SVF og politikkari, hevur John longu tikið avleiðingarnar av síni uppstilling, og er farin í farloyvi úr Sjónvarpinum.

Nógvar áheitanir
Síðan Anfinn Kallsberg útskrivaði nýval 5.desember, hevur John Johannessen fingið nógvar áheitanir um at stilla upp. ? Eg hevði ikki droymt um at stilla upp, tá valið varð útskrivað, men síðan havi eg fingið nógvar áheitanir. Eg havi so nú tikið avbjóðingina upp, og eg ætli at geva meg 100 % í valstríðnum sigur hann.
Sum skilst , hevur Javnaðarflokkurin roynt at fingið fleiri tíðindamenn úr teimum ymisku fjølmiðlunum at stilla upp til løgtingsvalið. Flokkurin hevur áhaldandi ringt til fleiri tíðindamenn, men higartil er tað bara John sum hevur meldað út, at hann stillar upp fyri Javnaðarflokkin Hevur tú kent eitt ávíst trýst á tær at stilla upp? Nei nei, slettis ikki. Sum sagt í samráð við familju og vinir tók eg avgerðina. Eg havi vent málinum fleiri ferðir, og eg eri komin til ta støðuna, at tað er rætt av mær at stilla upp, sigur stjørnuskotið hjá Javnaðarflokkinum

Sjálvsstýrissinnaður
John Johannessen sigur seg ætla at arbeiða fyri eini breiðari semju á tjóðskaparliga økinum. Hann sigur, at tað er einki dulsmál, at hann hoyrir til sjálvsstýrisvongin í Javnaðarflokkinum. ?Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at vit vísa, at vit kunnu gera nakað við sjálvsstýrismálið, men tað má gerast reelt og hava nakað við gerandisdagin hjá fólki at gera, sigur hann.
Hann leggur afturat, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at føroysku flokkarnir finna ein felags grundvøll á sjálvsstýrisøkinum. Hann metir, at sjálvsstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum er eitt gott boð um ein framtíðar sjálvsstýrispolitikk í Føroyum.
? Sjálvt um tekin eru um at búskaparliga gongdin vendir, so má aðalmálið alla tíð verða at fáa gerandisdagurin hjá fólki at hanga saman,. Hóast gongdin vendir, so mugu vit fyri alt ikki leggja størri byrðar á fólk. Yvirtøkur mugu koma so líðandi, sum peningur er til staðar, sigur John Johannessen

Hann leggur eisini dent á, at tað er ógvuliga týdningarmikið at álvari kemur í føroyskan politikk aftur, eftir løgtingsvalið 20. januar. John Johannessen heldur, at seinastu árini hevur politikkurin í Føroyum verið stórliga merktur av persónsstríði og proklamatiónum, og nú er neyðugt, at veruligi politikkurin kemur aftur á dagsskránna.


Sterkur listi
Umframt John Johannessen, eru fleiri onnur nýggj nøvn at síggja á javnaðarlistanum í Suðurstreymoy. Helena Dam á Neystabø megnaði hesaferð at koma á listan, eftir eina miseydnaða roynd til seinasta løgtingsval. Hondbóltsgarparnir Kári Mortensen og Sophus Dahl Christiansen eru eisini nýggir á listanum hjá Javnaðarflokkinum.
John heldur eisini, at listin hjá Javnaðarflokkinum er sterkur og sær spennandi út. ? Vit hava í løtuni tveir løgtingslimir í Suðurstreymoy, og minsta krav er, at vit varðveita teir. Málið eigur sjálvsagt at verða at fara eftir tí triðja manninum, sigur hann.
Hvørja effekt væntar tú títt starv í fjølmiðlaheimum kann geva í valstríðnum? Tað veit eg ikki, men eg gevi meg altíð 100% har eg eri. Endamálið má sjálvsagt at koma inn í løgtingi, nú eg havi valt at stilla upp, sigur nýggja stjørnuskotið hjá Javnaðarflokkinum at enda.