- Eg og aðrir politikarar í Javnaðarflokkinum eru offur fyri eini persónsforfylging, men tað rørir meg ikki og eg haldi, at tinglimir skuldu hugsa meiri um at viðgerða álvarsligu trupulleikarnar í samfelagnum, heldur enn at karaktermyrða meg og onnur javnaðarfólk, sigur John Johannessen - Tað er komin eitt nýtt slag av yvirstætt í Løgtinginum við Kára á Rógvi og øðrum tinglimum, sum halda seg vera hevjað upp øll onnur og upp um allan kritikk og sum ikki fýra fyri at forfylgja, niðurgera og karaktermyrða øll, sum ikki hava somu uppfatan av veruleikanum, sum tey sjálvi, harímillum meg og aðrar politikarar hjá Javnaðarflokkinum.
- Men fólk í umsitingini hjá løgtinginum hava sanniliga eisini kent hesa forfylging á egnan kropp og beint nú eri tað eg, sum eri offur fyri hesi persónsforfylging.
Tað staðfestir John Johannessen, formaður fyri Javnaðarflokkin á tingi og politiskur formaður í Javnaðarflokkinum.
John Johannessen leggur afturat, at hetta rørir hann ikki, tí hann tekur tað ikki fyri meri enn tað er.
Hinvegin heldur hann, at hesir tinglimir skuldu hugsa meiri um at viðgera álvarsligu trupulleikarnar í samfelagnum, heldur enn at karaktermyrða meg og onnur javnaðarfólk, sigur John Johannessen
Hann er komin í brennidepilin eftir ein útsøgn í Løgtinginum um, at tað ber ikki til at samstarva við Kára á Rógvi, tingmann fyri Sjálvstýrisflokkin.
Tað fekk Sjálvstýrisflokkin at senda Javnaðarflokkinum opið bræv, har kravt verður, at flokkurin boðar frá, um hann stendur aftanfyri útsøgnina hjá John Johannessen.
John Johannessen sigur, at tað hevur hann ongar viðmerkingar til, tí hann vil heldur brúka orkuna upp á at viðgera tey veruligi politiski stórmálini, ið eru fyri framman, heldur enn at viðgera persónsmál.
Men hann staðfestir, at hann stendur við hvørt orð, tí hansara egnu royndir eru, at tað ber rætt og slætt ikki til at samstarva við Kára á Rógvi.
Og hann veit einki annað enn at Javnaðarflokkurin er púra samdur við honum.
Hinvegin skilir hann ikki, hví hetta er blivið ein gølukend søga í fjølmiðlunum.
- Kári á Rógvi er ein av teimum, sum ikki fýra fyri at karaktermyrða meg og onnur javnaðarfólk, uttan sjálvir at tola, tað allar minsta av atfinningum, uttan at kæra í eyst og vest.
Men John Johannessen heldur, at hetta hevur so lítið upp á seg, at hann tímir ikki at brúka meiri tíð upp á hetta. Tí hevur hann heldur ikki hug til at fara í smálutir og nevna dømi um, hvussu ringur tingmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum er at samstarva við.
- Eg havi betri hug at viðgera, hvussu vit leggja alla orku í, at varðveita og tryggja tryggleikan hjá hvørjum einstakum borgara í samfelagnum, nú búskaparkreppan herjar, heldur enn at brúka alla orku uppá at viðgera hvønn annan persónliga. Hetta er ein skeiv gongd, ið helst ber boð um politiska avmakt.
- Samfelagið kemur ikki víðari, fyrr enn tinglimir fara at brúka orkuna uppá politikk, heldur enn at forklaga hvønn annan við tápuligum grundgevingum.
- Tað er nakað sum meira hoyrir heima ímillum pedagogar og barnagarðsbørn, sigur John Johannessen.
- Men sama, hvussu roynt verður at forfylgja, karaktermyrða og niðurgera, fáa tey ikki Javnaðarflokkin at sleppa sínum hjartamálum, leggur hann afturat.