John Johannessen lagt frá sær

John Johannessen hevur nú lagt frá sær sum landsstýrismaður í heilsumálum

Tað kunngjørdi hann samstundis sum hann í morgun greiddi frá ætlanini at útvega okkum eitt nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn.

At skriva undir avtalu um eitt nýtt, føroyskt sjúklingahotell í Keypmannahavn, var eitt av allar seinastu avrikum hansara sum landsstýrismaður.

Men John Johannessen varð ikki afturvaldur á løgtingsvalinum 29. Oktober og tí hevur hann gjørt av at leggja frá sær í dag.

Hann sigur, at tað følist gott at leggja frá sær samstundis sum tað eydnaðist at útvega eitt nýtt sjúklingahotell og so ger tað onki, at tað verður onkur annar landsstýrismaður, ið fær heiðurin at klippa snórin tann 1. juni, tá ið ætlanin er at taka tað í nýtslu.

John Johannessen fortaldi fyri Rás2 í morgun, at nú ætlar hann sær at halda frí til nýggjárs í minsta lagi.

Hann er í farloyvi í einum starvi sum tíðindamaður í Kringvrpinum, men støða er ikki tikin til um hann fer í Kringvarpið aftur og hvussu starvið verður skipað.