John Johannessen ørkymlaður av ólavsøkupakkanum

Hóast vit bíðaðu í fleiri mánaðir eftir eini semju um tiltikna ólavsøkupakkan, vil politiski formaðurin í Javnaðarflokkinum kortini ikki kennast við ein týðandi part av honum

- Eg skal viðganga, at ávísir partar í ólavsøkupakkanum eru ørkymlandi.

John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, vil ikki kennast við ávísar orðingar í Ólavsøkupakkanum, sum Jóannes Eidesgaard legði fram stutt fyri Ólavsøku.

Umframt at vera landsstýrismaður í fíggjarmálum, er Jóannes Eidesgaard eisini formaður í Javnaðarflokkinum.

Hann hevur nú í fleiri mánaðir arbeitt við at snikka saman ein politiskan pakka, sum skuldi stýra Føroyum burtur úr kreppuni.

Í hesum sambandi hevur hann fleiri ferðir boðað frá, at tað er ikki so týdningarmikið nær hesin politiski pakkin kemur, tí tað, sum hevur týdning er, at tá ið hann kemur, skal tað vera semja um hann.

Leiðslan í samgonguni legði eisini stóran dent á, at øll samgongan skuldi vera saman um hendan politiska pakkan og at tað fór ikki at verða góðtikið, at ávísir tinglimir spældu fríspæl fyri at snúgva sær undan teimum pørtun um í pakkanum, sum fóru at verða illa dámd.


Ørkymlandi tekstur

Men síðani pakkin er lagdur fram, vil politiski formaðurin í flokkinum og formaðurin fyri tingmanningina hjá flokkinum kortini ikki kennast við týðandi orðingar í ólavsøkupakkanum.

Tað eru serliga orðingarnar um pensjónina, sum John Johannessen ikki vil kennast við.

Men hvussu ber tað til, at vit hava bíðað í fleiri mánaðir eftir hesum pakkanum, tí at tað var so umráðandi at finna eina semju. Men nú vísir tað seg kortini, at talan er ikki um nakra semju kortini?

- Tað mást tú spyrja tey, sum hava lagt tað fram.

Men legði Jóannes Eidesgaard so ólavsøkupakkan fram áðrenn semja var um hann?

- Tað havi eg onga meining í. Tað er landsstýrið, sum hevur lagt pakkan fram, so ta má landsstýrið svara upp á.


Hevur ikki lúripassað

Tá ið Ólavsøkupakkin varð til umrøðu í Løgtinginum og tingmenn í samgongun fóru at vísa ymsum í pakkanum frá, sær, talaði Jóannes Eidesgaard at og skuldsetti tingfólk fyri at lúripassa ístaðin fyri at gera vart við seg á røttum stað, áðrenn pakkin varð lagdur fram?

Tað hevur John Johannessen onga viðmerking til. Men hann vísir aftur, at Javnaðarflokkurin hevur lúripassað, tí flokkurin hevur langt síðani gjørt sítt útspæl í pensjónmálinum.

Tað var altso ikki semja um ólavsøkupakkan?

- Teksturin í Ólavsøkupakkanum er ørkymlandi, sigur John Johannessen.

Hann vísir eisini á, at ein bólkur við umboðum úr øllum flokkum situr í løtuni og viðgerð pensjónsmálið og tað er nettupp tí, at ongin semja er um málið í løtuni.

- Tað er ongin semja um pensjónirnar yvirhøvur og tí hava vit sett ein bólk við limum úr øllum flokkum at viðgera spurningin, sigur hann.

Skilir tú tey sum halda, at orsøkin til at Javnaðarflokkurin nú vendir sær frá ólavsøkupakkanum, eru eftirrationaliseringar eftir at ágangurin frá pensjónistum og øðrum, varð so stórur?

- Nei, men eru fólk ørkymlað av orðingunum í pakkanum, skilji eg tað væl.

John Johannessen staðfestir eisini, at sjálvur hevur hann verið lítið við í arbeiðnum at snikka ólavsøkupakkan saman og sjálvur eigur hann ongar orðingar í pakkanum

Hann vísiri eisini á, at endin á Ólavsøkupakkanum var, at Løgtingið samtykti, at tað skal bera til at víkja frá honum, bara tað ikki kostar meiri enn tað, sum samgongan hevur sett sær fyri, at fíggjarlógin fyri næsta ár skal vera.

Vit vænta at fáa eina viðmerking frá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum, til blaðið í morgin.

Ólavsøkupakkin um pensjónir


Hetta er brot úr tí, sum ólavsøkupakkin sigur um pensjónir, men sum Javnaðarflokkurin nú vísir frá sær


….í 2012 hækkar pensjónsaldurin við einum

hálvum ári…..


….Fyritíðarpensjónistar - mótrokning við 25% frá fyrstu kr.