Bretski rithøvundin John le Carré er deyður 89 ára gamal. Hann doyði av lungnabruna eftir stutta sjúkralegu. Tað sigur familja hansara í einari fráboðan í kvøld.
John Le Carré telist millum stóru bretsku høvundarnar í nýggjari tíð. Hann skrivaði serliga njósnaraskaldsøgur, og hann varð í grundini við at skapa ein sjangru, sum hann fremst av øllum sjálvur dugdi at skriva.
David Cornwell var føddur í 1931. Tá ið hann í 1961 gav sína fyrstu skaldsøgu út, fekk hann sær høvundanavnið John le Carré, og tað navnið gjørdist víðagitið, tá ið triðja skaldsøgan, »The Spy Who Came In From The Cold«, kom út í 1963. Bókin verður stundum verður kosin sum besta njósnarasøga nakrantíð og varð gjørd til film, ið framvegis verður roknaður sum kanska besti filmur av sínum slagi.
Millum kendu skaldsøgurnar hjá John le Carré eru eisini «Tinker Tailor Soldier Spy«, «Smiley’s People«, »A Perfect Spy«, «The Russia House«, »The Tailor of Panama«, «The Constant Gardener« og »The Night Manager«. Nógvar av bókunum eru gjørdar til filmar og sjónvarpsrøðir.
Í 2017 tosaði John le Carré á Royal Festival Hall í Southbank Centre í London. Tað var í sambandi við, at bókin »A Legacy of Spies« kom út. Tá segði hann millum annað:
– Eg havi kanska eina bók eftir í mær, men um hetta verður seinasta bókin, er hon ein góður endi. Eg fari tó at skriva til mín doyggjandi dag. Eg hevði skrivað, hóast eg var fullvísur í, at eg ikki fór at útgeva nakað afturat, segði John le Carré.
Hann átti í øllum førum eina bók eftir í sær, og tað var skaldsøgan «Agent Running In The Field«, sum kom út í fjør. Um annað liggur eftir hann, fer tíðin at vísa.
– Vit hava mist ein av stóru persónunum í enskum bókmentum. Ein maður við stórum gløggskygni, viti, gøðsku og humor. Eg havi mist ein vin og eina fyrimynd, sigur Jonny Geller, sum hevur verið umboðsmaður hjá John le Carré seinastu fimtan árini.
##med2##