Tá føroyingar fýra minuttir fyri leiklok fingu brotsspark sá tað út til, at Julian Johnsson ætlaði sær at skjóta, men so var tað John Petersen, ið tók ábyrgdina á seg, og tað gekk upp á stás. Føroyingar hava fingið trý brotsspørk í altjóða fótbólti, og teir hava fingið fulla úrtøku. Jan Dam skoraði í venjingardystinum í Gundadali móti Íslandi í august í 1990, Øssur Hansen skoraði á Malta í 1996, og nú var tað John Petersen, sum fyri aðru ferð skoraði á landsliðnum. Fyrra málið skoraði hann í Jugoslavia í mai 1996.
? Frammanundan var avrátt, at Uni Arge, Todi Jónsson og eg skuldu vera møguligir brotssparksskjúttar. Uni Arga var farin av vøllinum, tá vit fingu brotsspark, og tað var Todi Jónsson, sum fekk brotssparkið. Tað er ikki vanligt, at maðurin, sum brotið verður gjørt ímóti, skjýtur, og so var bara eg eftir. Eg var púra kaldur, eg hevði frammanundan gjørt av, hvønn vegin bólturin skuldi fara, og tá málverjin leyp í hitt borðið heilt tíðliga, so var tað lætt at skora, segði brotssparksskjúttin, sum longu frammanundan málinum hevði gjørt av, at hann skuldi fara beina leið ? tá hann hevði skorað ? yvir til stóru og væl uppløgdu føroysku áskoðarafjøldina.
Todi Jónsson og Julian Johnsson ferðaðust ikki saman við landslinum til Føroya. Teir fóru umvegis Noreg, og tí bar ikki til at spyrja teir, hvussu teir upplivdu brotssparkið og hví Julian ætlaði sá út til at ætla sær at skjóta. Men frágreiðingina uppá seinna spurningin fingu vit frá brotssparksskjúttanum sjálvum:
? Hatta var bara skemt. Venjarin vil ikki hava at Julian skjýtur brotsspark, og so argaði hann okkum og venjaran eitt sindur við at fara eftir bóltinum, sigur John Petersen, og vit onnur mugu bara staðfesta, at spælararnir eru so nógv kaldari í sovornum støðum, enn tey eru, sum sita uttanfyri og fylgja við.
Bíðaði leingi
John Hansen úr KÍ kom á vøllin, tá tað restaðu tíggju minuttir. Hann loysti Henning Jarnskor av.
? Eg kann ikki halda annað, enn at útskiftingin var ætlað frammanundan, tí júst tá eg varð tikin út, kendi eg tað sum um, at tað gekk betri, enn tað nakrantíð frammanundan hevði gjørt, segði Henning Jarnskor, sum tóktist hava stórt sjálvsálit, tá hann tíðliga í 2. hálvleiki potaði millum beinini á einum, dró langt og smekkaði móti málinum úr 20 metrum.
John Hansen skilti ikki, hví hann ikki var komin fyrri inn:
? Fyrst vórðu Jan Dam, Jóhannes Joensen og Jákup á Borg sendir at hita upp, og so bað Allan Simonsen meg fara. Men tá segði 4. dómarin, at tað frammanundan var avtalað, at tað skuldu ikki fleiri enn tríggir hita upp í senn. Tað kendi Allan Simonsen einki til. Tá eg so endiliga var klárur gingu tað nógvir minuttir, áðrenn dómarin vildi hava meg inn, og tað helt eg sjálvandi var harmiligt.
Men tú tóktist ikki serliga darvaður av nervum?
? Eg havi ongantíð nervar, tá eg spæli fótbólt. Sjálvandi eri eg spentur ? ikki minst tá eg skuldi inn á vøllin í Aberdeen ? men eg var ikki tyngdur av nervum, og eg kendi beinanvegin, at eg fall væl inn í samanspælið, segði John Hansen, sum hevði fleiri góð innlegg ta stuttu løtuna, hann var á vøllinum.
? Eg ynskti brennandi eftir, at venjarin fór at skifta meg inn, og eg eri spentur uppá landsliðið komandi ár, segði fyrsti og einasti núverandi KÍ maðurin á landsliðnum í ár. John Hansen hevur eina ferð áður verið á landsliðnum. Tað var 5. august í 1992, ella seks ár og tveir mánaðar undan næstu ferðini.