Tað verður ein heilt álvarsligur smeitur fyri suðuroyingar, ger John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum álvara av ætlanini at taka íløgustuðulin frá teimum 12 lemmatrolarunum nú 1. mars.
Tað fer at kosta suðuroyingum 350 arbeiðspláss og tá fær landsstýrið eitt nógv álvasligari mál at taka støðu til, enn um tað er rætt at veita teimum 12 trolarunum 14 milliónir um árið í íløgustuðuli, tí tað er alt, sum tað kostar, sigur Bogi Mortensen, reiðari í Vági.
Hann sigur, teir 12 lemmatrolararnir standa og falla við íløgustuðulinum.
Verður íløgustuðulin tikin burtur nú, fara teir allir á heysin, kanska við onkrum einstøkum undantaki.
Keypt undir skeivum fortreytum
Hann sigur, at tá ið skipini vórðu keypt, varð prísurin ásettur við teirri fyritreyt, at íløgustuðulin helt fram so leingi restskuld var í teimum.
Tí undrar tað meg at hoyra, m.a. ein bankastjóra siga alment, at íløgustuðulin eigur ikki at halda fram.
Bogi Mortensen sigur, at vitstu teir, sum keyptu skipini, at íløgustuðulin fór at fella burtur um fýra-fimm ar, høvdu teir lagt upp fyri tí, táið skipini vórðu keypt.
So skuldu skipini verið keypt minandi bíligari, enn tey blivu.
Men so høvdu teir, sum fíggja, verið noyddir at avsett pening. Og í seldu teir skipini sum um íløgustuðulin skuldi halda fram so leingi rentur og avdráttir vóru at betala av skipunum.
Bogi Mortensen sigur, at at íløgustuðulin verður burturav brúktur til rentur og avdrátt og er sostatt brúktur til tað, hann varð ætlaður.
Stuðulin er farin beinleiðis frá Gjaldsstovuni, til Realin ella Føroya Banka, tí hesir hava havt transport í honum.
Hinvegin hevur hann ikki verið so stórur, at hann hevur klára allar renturnar og avdráttirnar, og tí er tað mesta útvegað um raksturin av skipunum.
Næstan alt í Suðuroy
Tað eru 12 lemmatrolarar, sum fáa íløgustuðul.
Tilsamans faa teir 14 milliónir um árið.
Skipini fiska á djúpum vatni, eftir fiski, sum annars ikki koma til høldar.
Tey fáa ongan lut í tí góða fiskiskapinum eftir toski ella hýsu undir Føroyum, tí tað, teir fáa av toski og hýsu, er eitt everska lítið sløg í hjáveiðu.
Somuleiðis eru teir skerdir í royndunum eftir svartkalva.
Klára seg skjótt sjálvi
Reiðarin í Vági sigur, at hesir 12 djúpvatnstrolarnir fáa 14 milliónir um árið í íløgustuðuli.
Teir eru nú við at koma á eitt vegamót, so at teir skjótt klára seg sjálvir.
Restskuldin í trolarunum er nú komin niður á eitt slíkt støðið, at høvdu teir fingið íløgustuðul eini trý-fimm ár aftrurat, høvdu tey verið komin um tað ringasta, og høvdu kunnað klára seg uttan.
Bogi Mortensen sigur, at ongin sigur, at íløgustuðulin skuldi verið fullar 14 milliónir øll árini.
Skipini høvdu eisini kunnað liva við, at hann bleiv minkaður so líðandi eitt sindur.
Men at kappa hann á stokkinum nú, tað er ein vanlukka.
350 arbeiðspláss
Bogi Mortensen sigur, at teir 12 djúpvatnstrolararnir avreiða at kalla burturav í Suðuroynni, hóast eitt sindur av fiskinum fer til Vágar.
Bara hendingaferð verður avreitt uttanlands.
Teir fiska eini 13.000 tons um árið, og tey hava eitt avreiðingarvirðið uppá einar 120 milliónir.
Av hesum 120 miliónunum, verða einir 40%, goldin í hýrum og beinlieðis lønum.
Tað svarar til einar 40 milliónir, sum aftur kasta 15-20 milliónir av sær í skatti til land og kommunur.
Er úrtøkan 40% í miðal, gevur hetta 5.200 tons av lidnari vøru.
Og tey hava eitt útflutningsvirði uppá einar 150 milliónir.
Men raksturin av skipunum skapa eisini ein innflutning.
Oljunýtrslan er einar 20 milliónir, reiðskapurin 10 milliónir, viðlíkahald aðrar 10 milliónir og proviantur einar fýra milliónir.
Og harumframt betala tey havnagjald, trygging grannskoðing o.s.fr.
Í hesum tølum er ein vinningur til tey, sum veita hesar vørur og tænastur.
Men uppi í hesumtølum eru eisini lønir.
Siga vit, at lønirnar í sambandi til oljuna eru 10%, av reiðskapinum eru tær 25%, viðlíkahaldi 60% og av proviantinum er 10%, lønir, gevur tað tilsamans 11 milliónir í lønum.
Av teimum verða betaltar tríggjar-fýra milliónir í skatti.
Afturat tí koma lønirnar til trygging, grannskoðing o.s.fr.
Tey 13.000 tonsini, sum skipini fiskað, skapa eina beinleiðis løn í framleiðsluni uppá 20 milliónir.
Hetta gevur so aftur einar sjey milliónir í skatti.
Bogi Mortensen sigur, at eini 15 fólk eru knýtt at hvørjum skipi.
Tað gevur so 180 arbeiðspláss.
Men tað verða onnur 180 arbeiðspláss skapt á landi av tí virksemi, hesi skipini hava.
Bogi Mortensen sigur ,at hetta er ikki ein nágreinilig lýsing av, hvønn týdning hesi skipini hava.
Hetta er bara fyri at nevna, hvørja ávirkan tað hevði havt, missa vit hesi skipini.
Og sum tað sæst, hevur tað sera stóran tydning fyri landið at varðveita tey í flotanum, sigur hann.
Men fellur íløgustuðulin burtur nú, sum ætlað, fara tey næstan øll av landinum.
Tey allarflestu hava hægri prís uttanlands, enn tey hava her. Og partafeløgini hava skyldu at velja tað bestu loysnina fyri felagið, sigur Bogi Mortensen.
Og verður íløgustuðulin tikin av, rúka tey 350 arbeiðsplássini - tey allarflestu í Suðuroynni.
Og so fáa politikararnir heilt aðrar spurningar at taka støðu til, enn 14 milliónir í íløgustuðuli, ella ikki, leggur hann afturat.