Dagny Joensen
Sambært grein 29 í revsilógini kravdi forsvararin afturlatnar hurðar, men av tí at John Petersen sjálvur hevur verið frammi alment og gjørt viðmerkingar til málið, varð avgjørt, at rættarmálið skuldi vera alment.
Viðvíkjandi órættaða, sum er gentan, ið var 17 ára gomul í 1995, tá hendingin fór fram, avgjørdi dómarin at seta navnaforboð, og at gentan skuldi avhoyrast fyri afturlatnum hurðum, eins og forboð er sett fyri at skriva ella siga frá málinum, fyri at verja gentuna.
Bjóðaði gentuni til øl
John Petersen er ákærdur eftir grein 216 í revsilógini um neyðtøku.
Hendingin fór fram eitt kvøldi, tá John Petersen hevði verið úti og fingið okkurt at drekka. Tá hann kom heimaftur í íbúðina, har eisini onnur fólk búðu til leigu, og millum tey 17 ára gamla genta og beiggi hennara.
Gentan var einsamøll inni. Beiggi hennara, sum eisini búði har, var farin heim í vikuskiftinum at vitja foreldrini í Sandoynni.
Sambært John Petersen, bjóðaði hann gentuni upp í íbúð sína til eina øl, men hon takkaði nei.
Gentan settist
á songarstokkin
Hann fór síðani einsamallur uppá, og inn í sovikamarið, har hann læt seg úr troyggjuni og fór inn á wc at kasta sær á vatninum.
Tá hann kom út aftur í sovikamarið, var gentan kortini komin.
John Petersen fór síðani eftir tveimum ølum. Hann mintist ikki, um hann hevði bjóðað gentuni inn í kamarið ella køkin, men tá hann kom aftur við ølinum, sat hon á seingini, og hann sessaðist undir liðini á henni.
Tey tosaðu um leyst og fast, um skúlagongdina hjá gentuni, og hvat hon skuldi gera seinni o.s.fr.
John Petersen spurdi eisini gentuna, hví hon ongantíð fór heim í vikuskiftinum, og hvat foreldrini søgdu til, at hon heldur vildi taka sær av løttum í Havn.
Úrslitið av hesum varð, at tey fóru í song saman. Hann noktaði fyri at talan var um neyðtøku.
Hevði samvitskubit
John Petersen fór aftur inn á wc, eftir at tey høvdu verið saman. Hann var har góða løtu, og segði í rættinum, at hann hevði samvitskubit, at hann hevði verið ótrúgvur, men tá hann kom út aftur í kamarið, var gentan farin. Hann hitti gentuna í túninum morgunin eftir, tá hann fór til arbeiðis, og tey heilsaðust áðrenn tey fóru hvør til sítt.
Ikki fyrr enn Oyggjatíðindi skrivaðu um málið, og neyðtøka varð nevnd, gav John Petersen seg til kennar. Hann var skelkaður og stevndi blaðstjóranum fyri ærumeiðing.
Gentan varð við barn
Í rættinum kom eisini fram, at gentan var vorðin við barn og at hon hevði fingið fosturtøku. Upplýst varð eisini, at royndir vóru tiknar av fostrinum.
John Petersen vendi sær síðani til foreldrini at gentuni. Tey kendust væl, men av tí at pápin var tikin av fólkaflokslistanum á valinum í 1994, og hann gav John Petersen skylduna fyri tað, høvdu tey ikki tosað saman.
Mamman at gentuni hevur sagt við John Petersen, at gentan ikki hevði nevnt neyðtøku, men at hon ikki var gingin við til at fara í song við ákærda við vilja.
Eitt sindur ógreitt var tað í rættinum, um tíðarskeiðið, tá hendingin fór fram, og nær gentan var vorðin við barn. Ákærdi vildi vera við, at hann als ikki hevði verið í Havn í hesum tíðarskeiði, av tí at so nógv var at gera á virkinum í Sandoynni um hetta mundið. Tað kom eisini fram, at John Petersen ikki hevði hoyrt um, at gentan hevði sagt seg neyðtikna, hevði verið við barn og hevði fingið fosturtøku, fyrr enn málið kom fram í Oyggjatíðindum, og John Petersen hevði meldað blaðstjóran á blaðnum.
Tá avhoyringin av John Petersen var av, var gentan avhoyrd fyri afturlatnum hurðum.
Rættarmálið var avsett at vera allan dagin í gjár, men eftir hvat frættist, so skulu níggju vitni avhoyrast, og at tað væntandi verður rættarfundur í dag eisini.