Fríggjakvøldið tekur Chelsea ímóti Liverpool á Stamford Bridge leikvøllinum. Chelsea er nummar tvey við 10 stigum, og Liverpool er nummar seks við sjey stigum, so talan er um eina oddauppgerð.
Chelsea má tó klára seg uttan veteranin, John Terry, sum hevur fingið staðfest ein liðbandsskaða. Liðbondini hjá John Terry eru strekt, og hann má binda frið í minst 10 dagar. 35 ára gamli John Terry fekk skaðan ímóti dystarenda í dystinum ímóti Swansea á Liberty leikvøllinum í Swansea, men kortini fullførdi hann dystin, hóast hann hevði nógva pínu.
Tí er lagt upp til, at David Luiz, sum var keyptur frá Paris Saint Germain áðrenn flytingargluggin lat aftur verður at síggja á liðnum hjá Chelsea aftur. David Luiz spældi við Chelsea, árini 2011 til 2014. Tá spældi hann 81 dystir fyri Chelsea, og skeyt seks mál. Eftir hetta var hann seldur til PSG, men nú ger hann comeback, sum Chelsea-leikari.