Jojic vann klassikaran

Tað eydnaðist VÍF at basa Kyndli, og bæði H71 og KÍF vunnu sínar dystir, so enn kann alt henda hjá monnunum

Av øllum spælarunum á vøllinum í Vestmanna í gjár, tá gamli hondbóltsklassikarin millum VÍF og Kyndil var á skránni, var tað serliga ein, ið skaraði framúr: Filip Jojic. Hann var her og har og allastaðni, og tá avtornaði, hevði hann skoraði ikki færri enn 14 av teimum 28 málunum hjá vestmenningum í dystinum, ið hevði nógv at siga fyri báðar partar.
Eftir eina javna byrjan, fekk VÍF síðstu løtuna av fyrra hálvleiki lagt seg framum við trimum málum, og hóast Kyndil beinanvegin eftir steðgin royndi at svara aftur, var munurin restina av dystinum eini fýra, fimm ella seks mál.
Serliga væl lá fyri hjá Filip Jojic, ið fekk mál burtur úr tí nógva, ið hann royndi, tí av teimum 14 málunum vóru tey 12 í opnum spæli og bara tvey upp á brotskast.
Sigurin merkir, at VÍF av álvara bjóðar KÍF av, meðan Kyndil liggur nakað aftanfyri og nú hevur tapt tvær ferðir upp í slag – fyrst fyri Team Klaksvík og nú fyri VÍF.

H71 vann trygt
Eftir tap í trimum teimum síðstu dystunum, máttu hoyvíkingar royna at koma í gongd aftur, nú teir høvdu strandingar á vitjan, og tað eydnaðist eisini.
Longu beinanvegin fór H71 eitt sindur framum og megnaði eisini at halda leiðsluna allan vegin, so talan var í veruleikanum um ein væl meira sannførandi sigur, enn tølini siga, tí dysturin bara endaði við tveimum málum á muni.
Tá góðir tveir minuttir vóru eftir, var H71 á odda 30-25, so hóast StÍF gjørdi ein vørr við trimum málum á rað, rakk tað ikki til meira enn at pynta um úrslitið.

Mótstøða í Klaksvík
Síðsta vetur kom meiri enn so fyri, at Team Klaksvík megnaði at fylgja við tað mesta av fyrra hálvleiki, men so var orkan uppi og mótstøðuliðini fóru avstað og tóku alt.
Leygardagin vóru meistararnir á vitjan, og í fyrra hálvleiki fingu kollfirðingar so mikið dygga mótstøðu, at tað stóð á jøvnum í steðginum.
Men so var eisini uppi við viðgongdini hjá Team Klaksvík, tí rættiliga tíðliga í seinna hálvleiki setti KÍF ferð á og hugdi so ikki aftur um seg aftur. Serliga síðsta korterið var stórur munur á, so ongum nýttist at ivast í, hvør var hvar á stigatalvuni, og KÍF vann at enda við níggju málum.

VÍF-Kyndil 28-23 (13-10)
VÍF: Filip Jojic 14 (2), Julian Olsen 4, Agnar Joensen 3, Sámal J. Djurhuus 2, Áki Egilsnes 2 (1), Andrias Eriksen 2, Bjarni Durhuus 1
Kyndil: Josef Abrahamsen 8 (5), Høgni Klein Olsen 5, David Edvardsen 4 (1), Janus Einar Sørensen 3, Finnur Hansson 2, Bjarni Sørensen 1
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Uni Wardum

H71-StÍF 31-29 (13-10)
H71: Bogdan Florea 10 (3), Rúni Højgaard 6, Sigmundur Nolsøe 5, Bogi G. Davidsen 3, Jónas Djurhuus 2, Hanus Norðberg 2, Tróndur Arge 1, Sigmundur Dahl 1, Andor Sivertsen 1
StÍF: Kjartan Johansen 7 (1), Sveinur Justinussen 6 (5), Jógvan G. Joensen 5, Marius Joensen 5, Fríði R. Djurhuus 3, Borgar Danielsen 2, Aleksandur Johansen 1
Dómarar: Daniel Rapa & Ragnar Simonsen

Team Klaksvík-KÍF 25-34 (16-16)
Team Klaksvík: Zarko Pejovic 7 (5), Jákup Joensen 4, Igor Petrikeev 4, Jón Jacobsen 3, Dánjal Kjærbo 3, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 3, Vilhelm Vilhelmsen 1
KÍF: Jákup Trygvason 9, Hans Eli Sigurbjørnsson 8 (1), Rasmus Junker 6, Nicklas Selvig 5, Andrias Nielsen 2, Rógvi Weyhe 2, Ási Dam 1, Teitur Joensen 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Heri PetersenAtlantic Airways-kappingin:

Dómarar: Eyðun Samuelsen & Heri Petersen