KÍF fekk bank

Kyndil vann tryggan sigur, uttan at spenna seg út

Fyrsti landskappingardysturin í bestu mansdeildini hetta kappingarárið varð leiktur í høllini í Vestmanna leygardagin. KÍF, sum av mongum verða spáddir at verða niðurflytingarkandidatar, leiktu ímóti teimum grønklæddu havnarmonnunum, og ikki kann sigast annað enn, at havnarmenninir vóru við yvirlutan.

Dysturin byrjaði annars rættuliga javnt, og tá einir 20 minuttir vóru farnir, stóð framvegis á jøvnum millum liðini bæði. Tá byrjaðu kyndlamenninir so smátt at seta leikferðina upp, og tá farið varð til hálvleik, høvdu teir tryggjað sær eina leiðslu upp á trý mál. Seinna hálvleik vaks munurin støðugt, og uttan at Kyndil nakrantíð spílaði seg út, gjørdust teir tískil tryggir vinnarar av hesum dysti.

Hannis við aftur

Vert er at leggja til merkis, at Hannis Wardum nú aftur er at síggja í grøna búnanum, eftir at tað annars varð stungið út í kortið, at hann henda veturin skuldi inn á Strendur at spæla. Hetta er sjálvsagt ein styrkur av kyndlahópinum, og styrkurin gjørdist bara størri, tá yngsti Wardum bróðurin, Bjarni, kom aftur til Føroya mánadagin. Sostatt kann Kyndil aftur nú mynstrað við trimum Wardum brøðrum, við tað at miðlingurin, Uni, framvegis er at síggja á liðnum, enntá sum liðformaður.

Nógvar skjúttar

Annars er at siga, at Kyndil hevur eina rúgvu av leikarum, sum kunnu hótta við knallhørðum skotum úti frá. Hetta gevur eisini størri rúmd fyri spælinum inni móti strikuni, og hóast teir báðir strikuspælararnir, Rúni og Janus, ikki gjørdu nakað serligt við málskjótingina, so framdu teir eitt stórt arbeiði til tess at skerma av, soleiðis at bakkarnir sluppu betri framat. Harumframt hava kyndlamenninir í Jacob Jónssyni ein frálíkan spælskipara, og hevði hann nakrar frálíkar detaljur at bjóða fáa áskoðarunum, hóast dekan ov langt var ímillum hesar. Hetta kemur tó ivaleyst, so hvørt sum venjingarstøðan hjá liðnum sum heild gerst betri.

Málmaðurin í álop

Ein stuttlig detalja við dystinum er, at Kyndlavenjarin tykist hava funnið sær eitt gott mótrekk, tá lið hansara er undirmannað. Málmaður teirra kom bara við fram tá soleiðis var statt, og hóast starvsfelagin í hinum endanum mundi fingið mál tað einu ferðina, so tóktist tað sum um, at at hetta var við til at minka vansan við at fáa ein leikara útvístan. Hetta kundi Kyndil royna nakrar ferðir í dystinum, tí tað var fleiri ferðir, at kollfirðingar vóru 6 móti 5, uttan at hetta nakrantíð gav nakað úrslit.

Hekk ikki saman

Hjá KÍF hekk lítið og einki saman hendan dagin. Spælið var rótut, og við tað at tað stórt sæð einans er Emil Petersen, sum kann hótta við skotum úti frá, gerst alt ov lætt hjá mótleikarunum at verja, soleiðis at tað tykist vera nóg mikið at spæla við eini flatari verju allar 60 minuttirnar.

Einasti kollfirðingurin, sum kann vera nøgdur við avrikið leygardagin, man ivaleyst vera Óla Kristian í málinum. Ikki soleiðis at skilja at allir spældu illa, men eingin teirra tóktist tora at taka nakra ábyrgd, og móti endanum, tá munurin var stórur, sást tað fleiri ferðir, at ein ella tveir kollfirðingar gingu heim, soleiðis at Kyndil fekk óneyðuga lætt spæl tá loypast skuldi á.