Í seinastu viku visti Norðlýsið at siga frá, at KÍ hevur gjørt sáttmála við 17 ára gamla unglingamálverjan, Carsten Joensen.
Tey, sum hava sæð Carsten vart málið í ungdómsdeildunum hjá KÍ, munnu helst vera á einum máli um, at her er talan um ein leikara við framúr góðum evnum. Hetta sæst eisini aftur í, at hann higartil hevur umboðað Føroyar heili 21 ferðir í landsliðshøpi, og millum annað var hann longu sum 14 ára gamal at síggja á U-16 landsliðið okkara.
Frammanundan hevur Klaksvíkin eisini fostrað nógvar góðar málmenn, og fremstur av hesum man helst vera núverandi landsliðsmálverji okkara, Jákup Mikkelsen.
Ungdómsarbeiði ber ávøkst
Svend Jacobsen, formaður í KÍ, sigur við Sosialin, hetta er ein liður í langtíðararbeiðinum hjá KÍ. Stutt fyri jól skrivaði felagið eisini sáttmála við fimm aðrar unglingaleikarar, og eru hesir, eins og Carsten, nú sáttmálabundnir at felagnum tey bæði komandi árini.
Teir fimm, sum felagið skrivaði sáttmála við tá, eru; Christian á Lakjuni, Rógvi Laksáfoss, Atli Danielsen, Hjalgrím Eltør Jacobsen og Símun Joensen. Hesir eru allir útileikarar, og við eitt sindur av ættargransking sæst eisini, at talan her er um fleiri væl kend nøvn í fótbóltshøpi, og hvør veit, um ikki hesir ungu leikarar koma at mynda føroyskan fyrstudeildarfótbólt í framtíðini.
Kanska liggur henda framtíð heldur ikki so langt burturi, tí í Klaksvíkini hava teir ofta borið orð fyri at nýtt nógvar ungar leikarar, og besta dømi um hetta man helst vera liðið, sum í 1991 gjørdist føroyameistarar, hóast stórur partur av leikarunum enn hevði aldur til at leika í unglingadeildini.
Hetta er fyrstu ferð, at KÍ ger sáttmála við somikið ungar leikarar, og Svend leggur afturat, at hetta so at siga eru fyrstu fruktirnar, sum verða heystaðar av tí ungdómsarbeiði, sum felagið hevur framt seinnu árini, og sum byrjaði, tá Annfinn Danielsen fyri trimum árum síðani varð settur at skipað ungdómsvenjingarnar í Klaksvík.
Eru byrjaðir
Besta mansliðið har norðuri er so smátt farið undir venjingarnar, og hóast nýggi venjarin, Tomislav Sivic, ikki kemur til landið fyrr enn seinast í hesum mánaðinum, so verður vant tvær ferðir um vikuna.
Sum vera man, so eru Klaksvíkingar rættuliga spentir, nú tað aftur stundar til fótbóltin, og spenningurin man helst ikki vera minni eftir góðu avrikini í 1999.
Um tað so eydnast teimum at endurvinna meistaraheitið, ella um steypið má latast øðrum felag í varveitslu, fæst at vita um góðar 9 mánaðir.