KA vann á Afturelding á heimavølli

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA eru triðaftast

Jóan Símun Edmundsson var á vøllinum seinasta hálva tíman, tá hann og liðfelagarnir í KA í heimadysti á Greifavøllinum á Akureyri vunnu 1-0 á Afturelding.

 

Hallgrímur Mar Steingrímsson skoraði sigursmálið 11 minuttir undan dystarloki. Heilt móti dystarenda hevði Jóan Símun eitt rimmar skot, ið tíverri rakti stongina.

 

Talan var um týdningarmiklan sigur hjá KA, ið lyfti teir av aftasta plássinum. KA er triðaftast í deildini við átta stigum fyri átta dystir.

 

Komandi hósdag klokkan 17.15 spælir KA dyst á útivølli móti Fram í Reykjavík.