Kaj Leo skal frá sum formaður

Eftir at hava hoyrt røðuna hjá løgmanni, sum er formaður fyri Sambandsflokkin, á ólavsøku, sat eg eftir við kenslu av at hava fingið vátan vøttin frammaná frá mínum politiska formanni við útsøgnini um, at hann droymir um, at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land, og síðan fara í ein ríkjafelagsskap við Danmark.

Hetta stríðir ímóti øllum tí, eg sum sambandsmaður havi trúð uppá.

Havi alla mína tíð stuðlað Sambandsflokkinum. Kom í nevndina í Suðuroyar Sambandsfelag í 1986, og havi síðani tá verið formaður í nevndini í 20 ár. Hetta havi eg gjørt, ikki fyri at fáa nakran politiskan ella fíggjarligan vinning, heldur tvørturímóti, men tí at eg havi verið góður við flokkin.

Eg havi ongantíð í hesi mongu ár hoyrt talan um, at Sambandsflokkurin hevur havt ætlanir um at fára burtur úr tí ríkisfelagsskapi, sum eftir floksins metan hevur verið við til at føra landið fram til tað vælferðarsamfelag, sum vit hava.

Havi heldur ongantíð verið av tí fatan, at stevnuskráin, sum flokkurin hevur, leggur upp til, at vit skulu fara burtur úr hesum felagsskapi.

Tá formansins politiski vápnabróður í Klaksvík tekur undir við honum um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum, hevði eg ikki væntað annað frá hasari síðuni. Hann hevur fyrr fingið væl burturúr við at hella seg upp at formanninum.

Orð formansins frá tingsins røðarapalli hava skapt sovorðið órógv í Sambandsflokkinum, at hann eigur at umhugsa sína støðu sum formaður.

Hann hevur í hvussu so er ongan rætt til, sum formaður fyri Sambandsflokkin, at fara út við privatum dreymum, sum flokkurin ikki stendur aftanfyri.

Tí hvat hevði hent, um Høgni Hoydal frá tingsins røðarapalli hevði sagt, at hann hevði ein dreym um, at Føroyar aftur gjørdist eitt danskt amt? Hann hevði neyvan sloppið snikkaleysur aftur úr tingsalinum. Í hvussu so er hevði hann neyvan sitið sum formaður fyri Tjóðveldi dagin eftir.

Ella hvat hevði hent, um Lars Løkke Rasmussen í fólkatinginum hevði sagt, at Venstre var fyri at avtaka kongshúsið? Hann hevði nevyna sitið sum formaðurfyri Venstre dagin eftir hetta.

Hesar samanlíkningar, fyri at vísa álvaran í tí, sum kaj Leo Joahnnesen, sum formaður fyri Samabndsflokkin, segði í síni ólavsøkurøðu.

Eg havi í mínum politiska lívið altíð stuðlað lógliga valda formanninum. Havi altíð gjørt mítt besta til at stuðula Sambandslokkinum og havi ongantíð sett mítt politiska ljós undi skeppuna.

Men eftir útsagnir formansins og við tí í huga, at fyrsti sum gleddist um orð hansara var Jørgen Niclasen, havi eg tikið ta støðu, at eg ikki longur stuðli Kaj Leo Johannesen sum formanni fyri Sambandsflokkin.

Eg havi einki ímóti broytingum í Sambandsflokkinum, um tað er til gangs fyri tað føroyska samfelagið. Men tá ið sjálvur formaðurin av sínum eintingum og uttan loyvi frá sínum baklandi, fer at pilka við sjálvt grundstøði, sum flokkurin byggir á, tá eri eg ikki hansara stuðul meira.

Eg havi tí valt at fara so langt, at eg til eitt komandi løgtingsval, nær tað so verður, ikki gevi mína atkvøðu til Sambandsflokkin, um formaðurin tá eitur Kaj Leo Johannesen.