Kaj Leo um Jenis: Hatta er ikki góður siður

– Men tað er løgmaður, sum hevur ábyrgdina sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Tað er løgmaður, sum hevur ábyrgdina av landsstýrisfólkunum. Tað er at kalla tað einasta, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur at siga, eftir at Jenis av Rana, landsstýrismaður, og lækni, var á Vágaportalinum í gjár og sáddi iva um, hvussu trygt tað er at koppseta seg fyri koronu. Og sjálvur fer hann ikki at lata seg koppseta enn.

 

Kaj Leo Holm Johannesen staðfestir, at tað er ikki góður sigur, at landsstýrisfólk leggja seg út í málsøkini hjá øðrum landsstýrisfólkum. Men annars vísir hann til løgmann tí tað er hann, sum hevur ábyrgdina av landsstýrisfólkunum.

 

Løgmaður segði við KvF í gjár, at hann fór at taka hetta málið upp við Jenis av Rana so at tað ikki endurtekur seg.

 

– Løgmaður hevur sagt sína hugsan og tað er hann, sum hevur ábyrgdina, so eg havi ikki fleiri viðmerkingar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Mensjálvur er hann fullkomiliga sannførdur um, at tað er púra trygt at koppseta seg fyri koronu. Tað hevur umfatandi gransking staðfest og sjálvur hevur hann fingið báðar sproyturnar. Hann sigur, at fyrimunirnir við koppseting eru so nógvar ferðir størri enn vansarnir, tí tá ið vit eru koppsett, kunnu vit liva lívið aftur, sum vant.

 

Hin møguleikin er, at vit ikki lata okkum koppseta, men so verður avleiðingin, at samfelagið skal latast aftur eina ferð afturat – og kanska fleiri ferðir, og tað hava vit ikki ráð til sigur hann.

 

Hann leggur dent á, at eitt er tann fíggjarligi missurin av at lata alt aftur, men tann menniskjansligi kostnaðurin er tann dýrasti prísurin av øllum, sum vit noyðast at gjalda fyri at lata alt aftur, og hann er nógv størri enn tann fíggjarligi kostnaðurin. Og tað er seliga tann menniskjansligi kostnaðurin, vit ikki hava ráð til at rinda eina ferð afturat sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.