Kanada kann pakka taskuna

HM 2022: Marokko vann óvæntað á Belgia, meðan Kroatia sendi Kanada heim

Annað umfar í bólki F hevur verið í dag. Marokko vann óvæntað 2-0 á Belgia, meðan Kroatia sendi Kanada heim við 4-1 ósigri.

 

Belgia – Marokko 0-2 (0-2)

 

0-1 A. Sabiri, 73

 

0-2 Z. Aboukhlal

 

Belgia var ein av favorittunum, at vinna HM í 2018. Liðið hevur nógvar stjørnur, men dysturin í dag gav tekin um, at Belgia er ikki á somu hædd hesaferð. Eftir ein smalan sigur á Kanada í fyrsta umfari, so megnaði Belgia lítið móti Marokko í dag.

 

Marokko var tveir sentimetrar frá at leggja seg á odda beint fyri hálvleik, tá Hakim Ziyech sendi eitt frísparksinnlegg beint í mál. Eitt stórt korter fyri tíð bragdaði. Hesa ferð var tað miðvallarin hjá Sampdoria, Abdelhamid Sabiri, sum sendi eitt spíkst fríspark í málið.

 

Nú satsaði Belgia við øllum, men tað var Marokko, sum setti punktum. Hakim Ziyech, sum spælir við Chelsea, var uppleggjari, tá innskifti Zakaria Aboukhlal smekkaði bóltin upp í nettakið til 2-0.

 

Kroatia – Kanada 4-1 (2-1)

 

0-1 Alphonso Davies, 1

 

1-1 A. Kramaric, 36

 

2-1 M. Livaja, 44

 

3-1 A. Kramaric, 70

 

4-1 L. Majer, 90+4

 

Kanada kann pakka taskuna, tí teir kunnu ikki longur vinna seg víðari úr bólkaspælinum. Kanada fekk annars eina dreymabryjan, tá stóra stjørnan á liðnum, Bayern Munchen spælarin Alphonso Davies, við kraftfullum stútara legði Kanada á odda longu í fyrsta minutti.

 

Kroatia, sum var í HM-finaluni í 2018, vísti styrki eftir hetta. Teir ótu seg inn í dystin og tað var fult uppiborið, at Kroatia fór til hálvleiks við eini leiðslu upp á 2-1. Í seinna hálvleiki sprellaði Kanada eina løtu, men neyvleikin í álopsspælinum hjá Kroatia er ikki til at taka feil av.

 

Bólkur F:

 

1: Kroatia 4

 

2: Marokko 4

 

3: Belgia 3

 

4: Kanada 0