Kanna nú um framferðin hjá Vága Floghavn er í ordan

Bæði leiðslan á flogvøllinum, og Dátueftirlitið, kanna nú málið

 

 

Í summum førum ber tað til hjá almenninginum at fylgja við, hvør ferð av landinum við flogfari, ella í hvussu so er, hvør parkerar á parkeringsplássinum á flogvøllinum.

Og tað undrar fólk, at tað, í fleiri førum, ber tað til hjá almenninginum at síggja, hvørjir bilar parkera á flogvøllinum.

Tað ber nevniliga til at fara inn á heimasíðuna hjá flogvøllinum og tøppa nummarplátuna á einum bili inn, so sært tú, hvussu leingi viðkomandi bilur hevur staðið parkeraður – og altso eisini, hvussu leingi viðkomandi bileigari helst hevur verið av landinum – um so er, at viðkomandi ikki bara hevur parkera har. Og veist tú, hvør eigur ein ávísan bil, veitst tú so eisini, hvønn talan er um.

Seinastu dagarnar hava fólk spurt um hetta ikki er í stríð við lógina um persónsvernd, tí tað er valla almennir upplýsingar, hvør fer av landinum. Men veitst tú nummarplátuna, og veitst tú, hvør eigur hvønn bil, ber til at síggja tað, í hvussu so er um so er, at parkeringin ikki er goldin enn.  

Stjórin á Vága Floghavn, Regin Jakobsen, sigur, at hetta er ikki ein nýggj skipan, men at tey nú eru farin at kanna málið.

Á Dátueftirlitinum vóru tey ikki varug við hetta og tí vita tey ikki akkurát, hvussu landið liggur, og tí hava tey ikki fleiri viðmerkingar enn.

Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur, sum eisini var nevndarlimur í Vága Floghavn í fjør, sigur, at hann ivast í um hetta er lógligt. Hann veit ikki um, at hetta var galdandi ímeðan hann var nevndarlimur. Men hann sigur, at hevði hann verið varugur við eina slíka skipan, hevði hann mótmælt at hon varð sett í verk.