Klokkan níggju í morgun byrjar kappingardagurin hjá tveimum liðum úr Havnar Fimleikafelag, sum skulu luttaka í heimsmeistarakapping í estetiskum fimleiki.
Kappingin hesaferð fer fram í Moskva í dag og sunnudagin.
Talan er um kvinnuliðið Hulda og unglingaliðið Alda, sum bæði hava vunnið sær atgongd við at gerast føroyameistarar fyrr í hesum mánaðinum.
Av tí at tað er HM fyri báðar aldursbólkar, verður tað soleiðis, at kvinnur og unglingar koma inn annað hvørt. Lutakast hevur verið og liðini úr Føroyum skulu inn sum nummar 6 og 7 – fyrst kvinnurnar og síðani unglingarnir.
Til ber at fylgja við í kappingini og stroyma beinleiðis her
Unglingaliðið Alda: Jonna Hansen, Barbara Ellendersen, Marita Káradóttir Petersen, Ronja Hentze Hardlei, Sára á Lakjuni, Jórun Sofía Árnadóttir, Turið Kruse Johannesen og Anja Petersen. Venjari er Eyð Strøm.
Kvinnuliðið Hulda: Anna Helena Ejdesgaard, Elsa Anna Mohr, Barbara Debess Eiriksfoss, Ásvør Lognberg, Svanna Poulsen, Jóhanna Sofía Nolsøe, Súsanna Katrina Nolsøe, Bjarta Jansdóttir, Katrin Wardum og Jónvá Ellingsgaard. Venjarar eru Eyð Strøm og Jóna Hvannastein.