Kappingin er stór um bronsuplássið

1. DEILD: Tveir av spælarunum hjá Víkingi, sum leingi hava verið skaðadarvaðir, vóru á vøllinum, tá ið KÍ fór úr Leirvík við øllum stigunum

Fyri fýra vikum noyddist Signar á Brúnni at fara skaddur av vølli í U-21 landsdysti ímóti Kroatia. Í dag var hann fyri fyrstu ferð aftur á vøllinum, og nú er såurningurin, um hann verður tøkur, tá ið U-21 landsliðið 17. oktober fer at spæla á útivølli ímóti Andorra

Tað er greitt, at Skála og NSÍ hava vunnið gull og silvur, og at tað vera tey bæði feløgini í Runavíkar kommunu, sum fara at flyta upp í bestu deildina.

 

Støðutalvan sigur, at tað er stór kapping um bronsuplássið. Í dag hevði Víkingur uppi á Brekku í Leirvík vitjan av KÍ, og klaksvíkingar fóru í tunnilin aftur við øllum trimum stigunum. Úrslitið var 4-1 til KÍ. Nú hava bæði Víkingur og KÍ 41 stig. Málmunurin hjá Víkingi er +13, og hjá KÍ er hann +7.

 

Í tveimum teimum síðstu umførunum fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti B68 og á heimavølli ímóti B36.

 

Í tveimum teimum síðstu umførunum fer KÍ at spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi og á útivølli ímóti HB.

 

Hálvleiksstøðan í dag var 1-1.

 

Jónatan Lervig setti í fjórða minutti hol á fyri Víkingi. Hetta var triðja ferðin í ár, at 20 ára gamli Jónatan Lervig var málskjútti í næstbestu deildini. Uppleggið við deyðbólti átti Óla Kristian Skála Jacobsen.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Kristian Svabo Eliasen til 1-1. Hann hevur nú skorað seks mál í 1. deild í ár. Uppleggið átti Dávid B. Andreasen.

 

Beinanvegin eftir steðgin var tað John Herman Fuglø, sum legði KÍ á odda 2-1 eftir upplegg frá Jóhan Josephsen. Hetta var triðja málið hjá 22 ára gamla John Herman Fuglø í 1. deild í ár.

 

Tá ið tað restaðu umleið 20 minuttir, skoraði KÍ tvey mál eftir lítlari løtu. Tað fyrra var Sølvi Johannesen meistari fyri, og tað seinna var sjálvmál. 18 ára gamli Sølvi Johannesen hevur skorað trý mál í næstbestu deildini í ár.

 

Merkisvert var tað, at tveir spælarar, sum plaga at vera á besta liðnum hjá Víkingi, men sum leingi hava verið skaddir, vóru millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. Andreas Lava Olsen var á vøllinum í 88 minuttir, og Signar á Brúnni varð skiftur út, tá ið tað restaði ein hálvur tími.

 

Fyri fýra vikum noyddist Signar á Brúnni at fara skaddur av vølli í U-21 landsdysti ímóti Kroatia. Í dag var hann fyri fyrstu ferð aftur á vøllinum, og nú er såurningurin, um hann verður tøkur, tá ið U-21 landsliðið 17. oktober fer at spæla á útivølli ímóti Andorra