Radovan Karadzic møtti ikki í morgun, tá krígsbrotsmannadómstólurin í Haag fór undir at viðgera ákærurnar ímóti honum. Tann 64 ára gamli Karadzic hevur fyrr boðað frá, at hann vil ikki hava nakran sakførara at verja seg. Tað ætlar hann at gera sjálvur, men nú sigur hann, at hann hevur ikki fingið stundir til at fyrireika verjuna.
Hann hevur fyrr biðið um at fáa málið útsett 10 mánaðir, men tað bleiv sýtt honum.
Radovan Karadzic er ákærdur fyri krígsbrotsverk í krígnum í Bosnia, og ákærin sigur, at tað ber væl til at avhoyra fleiri vitni, sjálvt um tann ákærdi ikki møtir í rættinum.