Sambært norskum miðlum merkir uppskotið, at 22 ára gamla prinsessan í framtíðini kann leiða statsráðsfundir og taka á seg uppgávur sum ríkisleiðari í teimum førum, har bæði pápi hennara og abbi hennara ikki eru tøkir.
Í dag er tað norska stjórnin, sum yvirtekur hesa uppgávuna, um bæði kongurin og krúnprinsurin eru burturstaddir.
Ingrid Alexandra prinsessa er nummar tvey í røðini til norsku trúnuna, aftan á pápa sín, krúnprins Haakon, og verður væntandi fyrsta regerandi drotning í Noregi í nógv ár.
Málið verður lagt fyri Stórtingið 3. november. Fyri at broyta grundlógina krevst minst tveir triðingar meiriluti.
Uppskotið kemur samstundis, sum norska kongshúsið hevur tillagað virksemi sítt, tí Mette-Marit krúnprinsessa stríðist við álvarsliga lungnasjúku.











