Fyrstu FSA næmingarnir í Suðuroynni fingið prógv

Í kvøld var hátíðarløta á Miðnámi í Suðuroynni, tá tey fyrstu, ið hava tikið FSA, Føroyskt Sum Annaðmál, á Miðnámi í Suðuroynni fingu endaligt prógv.

 

Maiken Gaard, lærari og samskipari, hevði fyrst orðið og greiddi frá tilgondini.

 

Síðani fekk Marita Gunnarstein, rektari, orðið. Hon nevndi millum annað, at tað nú eru eini 2 ár síðani, at Føroyskt Sum Annaðmál varð lagt undir Miðnám, og fegnaðist hon um, at tey fyrstu nú fáa endaligt prógv.

 

Næmingar framførdu síðani við spæli og sangi, innan Maud Næs, vegleiðari, fekk orðið, og m.a. greiddi frá føroysku málsøguni, og týdningin av at duga føroyskt, tá ein virkar í Føroyum.

 

Tey fyrstu fingu síðani prógv ella váttan, og vóru hetta tey, ið fingu váttan fyri stigroyndir.

 

Lív Næs og Tróndur Enni framførdu síðani við sangi og tónleiki.

 

Síðani kom stóra løtan, tá næmingar fingu endaligt prógv, sum tey fyrstu í Suðuroynni. Talan er um 6 næmingar, ið fingu  FSA prógv.

 

Jóna G. Christiansen, lærari helt røðu, og fekk eisini blómutyssi, tí hon heldur ikki fram á skeiðinum.

 

Eftir at felagsmynd varð tikin, var ábit og hugnaligt prát á skránni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##